Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

40-50 tons í fyrsta hálinum

Oliver Joensen

Fiskiskapurin hjá Atlantic Navigator er ikki av tí stóra fyrsta dagin, men vit fáa nóg mikið til at royna maskinurnar.

Tað sigur skiparin Lion Petersen, nú Atlantic Navigator á fyrsta sinni hevur kastað í føroyskum sjógvi. Vit eru umleið 45 fjórðingar norður eystur úr Fugloynni og her eru sera nógv skip. Hini føroysku skipini leita og nú vit hava fingið trolið á borðið á fyrsta sinni eru umleið 40-50 tons í, so sigast má, at fiskiskapurin er ikki av tí nógva, men nóg mikið til at vit fáa roynt fabrikkina og maskinurnar.
Tey umborð á Atlantic Navigator biðja heilsa heima.