Í gjár varð skipað fyri útikonsert í Saksun, har øll tey 8 hornorkestrini og harmoniorkestrini í Føroyum luttóku.
Sunda kommuna skrivar á síni heimasíðu, at umleið 400 fólk vóru møtt til tiltakið í góða veðrinum, og at konsertin var sera væl eydnað.
Dávur Juul Magnussen, fyriskipari sigur við heimasíðuna, at um undirtøka er fyri tí, verður aftur skipa fyri útikonsert komandi ár.




