Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

450 kampingvognar í Føroyum

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Camping.FO, sum felagið eitur fyri kamparar í Føroyum eitur, skipar fyri ymiskum tiltøkum fyri limirnar og hetta vikuskiftið varð so skipað fyri tí, tey kalla “endatreff” í Klaksvík. Hetta er seinasta skipaða tiltakið fyri limirnar, nú heystið og veturin stundar til.

Í Klaksvík hava verið eini 40 kampingvognar hetta vikuskiftið, sum komu fríggjadagin og vera her til í dag, sunnudagin. Teir standa á parkeringsplássinum niðanfyri KÍ-høllina – Beint við vøllin og Svimjihøllina. So tað er torført at koma nærri miðbýnum og øllum hentleikunum, sum her eru.

Endamál felagsins er at fykja kampingáhugað, at skipa fyri felags tiltøkum, at veita tænastur til limir eins og vitjandi “kampistum” og annars tæna áhugamálum limanna, stendur m.a. í endamálsgrein felagsins.

Og sigast má, at kampingáhugin er voksin skjótt – í 2006 vóru eini 30 kampingvognar og nú eru 450 kampingvognar í Føroyum, siga tey í felagnum. Felagið telur tó ikki meir enn 220 limir.

Til hugnaløtuna í Klaksvík, høvduteyleigað Badmintonhøllina til bóltspæl, umframt at aðalfundur eisini varð hildin í gjár. Seinni um kvøldið varð skipað fyrihugnaløtu við góðum mati og sangi.

Nýggja nevndin íCamping.FOsær soleiðis út: Ivan Skorheim, formaður; Tummas Heri Thomassen, skrivari; Henrid Johansen, kassameistari; Krissolvur Johannesen varalimur. Arnbjørn Johannesen fór úr nevndini – Til grannskoðara varð Sigrun Rubeksen vald.

Tey lata væl at umstøðunum í Klaksvík og umtala serliga hugnaligu løturnar á Sandinum, har tað eru so nógvir kampingvognar í sambandi við Summarfestivalin – eini 150 í tali, at tað plagar at verða kallað bygdin í býnum.

Tá ið Bústaðir fara í holtur við bygging sína seinni í heyst á Sandinum, liggur ein avbjóðing í at kunna bjóða eins góðar og rúmligar umstøður til kamparnar, verður víst á.

Sí meira á http://www.camping.fo