Í dag fáa kundarnir hjá Føroya Tele í m.a. Klaksvík og flestu bygdum í Norðoyggjum og Eysturoy, munandi skjótari og betri fartelefonisamband. Talan er um eitt net í heimsklassa, sigur stjórin á Føroya Tele.
“Besta netið í heiminum sigst vera í Singapore, og nú eru vit í ferð við at yvirhála tað,” sigur Jan Ziskasen.
“Umframt skjótari net verða eisini færri støð, har tú missir sambandið,” sigur hann og leggur afturat, at tær komandi vikurnar verða nýttar til at fínpussa netið soleiðis, at tað til fulnar dekkar tørvin hjá kundunum.
Spurdur um hetta ávirkar prísin sigur Jan Ziskasen, at kundin nú fær nógv betri tænastu fyri sama prís.
“Í dag nýta fólk nógv meira internetið á fartelefonini og við millum annað teimum sosialu miðlunum eru fólk í dag enn meiri tengd at internetinum og seta alsamt hægri krøv til ferð og góðsku. Tað er júst hesum tørvinum vit ganga á møti,” sigur hann.
Á heimasíðuni www.heimsklassa.net ber til at lesa meira um 4G LTE, umframt at har eisini er ein vegleiðing til kundan í sambandi við umleggingina.
Les meira um hetta í Norðlýsinum, sum kemur út í morgin.




