Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

4.umfar í Effodeildini: Metingar

Jákup Ósá

Fyrsti dystur í komandi umfarinum er fríggjakvøldið, tá grannauppgerð í Havn er á skránni. Sunnudagin er stóri dysturin við Margáir.

B36-HB
Fríggjakvøldið fáa vit eina endurtøku av 1/8 finaluni í steypakappingini, har HB vann tepurt eftir, at B36 var væl við. B36 skal aftur finna nýggjan miðverja, nú Eli F. Nielsen fekk reytt kort. Óvist er, um Klæmint Matras røkkur dystinum, so B36 liðið kann koma at vera nakað skert í verjupartinum. HB vísir seg at hava fingið gongd á, um vit hyggja eftir úrslitunum, men teir hava ikki verið sannførandi leikliga, har liðið als ikki er á hædd við tað, sum teir vístu í fjør. Men HB hevur tann sterkara hópin og mentala yvirskotið eftir seinasta sigurin, og tí er mest sannlíkt, at teir vinna hesaferð. Tipping: 2

ÍF-NSÍ
Eysturoyar uppgerð millum tvey lið, sum koma frá góðum úrslitum seinastu tíðina. ÍF hevur fingið gongd á eftir trupulleikar fyrstu tvey umførini í landskappingini. Í NSÍ er sjálvsálitið í lagi eftir at liðið hevur fult stigatal og liggur á odda eftir fyrstu trý umførini, har Klæmint A. Olsen hevur skarað framúr. Men leikskráin hevur eisini verið góð við NSÍ fyrstu umførini. Tí verður hetta teirra størsta uppgáva higartil. Tað verður væntandi ein javnur dystur, har heimavøllurin hjá ÍF ger, at tað koppar teirra veg. Tipping: 1

AB-Skála
Tað er trýst á AB til at fáa 3 stig í hesum dystinum eftir tap móti B36 og NSÍ í landskappingini og javnleik móti TB í steypakappingini. AB hevur eitt ungt lið og nógvar nýggjar leikarar. Tað kann gera byrjanina truplari enn hjá øðrum. Skála hevur rent seg í eitt satt ódnarveður í Effodeildini, har málini rapla inn, meðan álopið ikki skorar nevnivert av málum. TB vísti, at tað ber til hjá undirmettum liðum at fáa úrslit á Argjum og tað er tann vegin Skála hyggur. Vánaligu úrslitini hjá AB seinastu tíðina gera, at væntast kann ein javnur dystur. Men AB dregur longra stráið. Tipping: 1

Víkingur-B68
Er trýst á AB, so er tað ikki minni á Víkingi. Liðið hevur – hóast góð avrik – bara fingið eitt stig higartil. Víkingur vann í steypakappingini móti Skála og fáa teir fatur á spælinum og yvirvágini frá góðu løtunum móti KÍ og B36, so eigur B68 ikki at hava nógv at stilla upp ímóti. B68 hevur higartil einki stig á útivølli og ei heldur skorað nakað mál. Tí er mest sannlíkt, at Víkingur vinnur ein tryggan sigur. Tipping: 1

EB/Streymur-KÍ
KÍ hevur fingið betri tak á EB/Streymi seinastu árini, men ongantíð er tað blivið til meira enn javnleik. Nú Arnbjørn Hansen aftur er heilt frískur, so kemur KÍ væntandi at fáa nokk at síggja til í verjupartinum, tí hann vísir seg altíð at raka dagin móti júst KÍ. KÍ hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingina, um vit hyggja eftir úrslitunum. Tað hevur ikki verið stórur munur á hesum báðum liðunum hesi bæði seinastu árini, men tað plagar at koppa til EB/Streym, um tað ikki endar við javnleiki. Tað liggur meira til ein heimasigur. Tipping: 1

Harleyfacadeacryl