Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

5 ára hátíðarhaldið hjá Granskarasetrinum iNOVA

Tíðindaskriv

Í sambandi við at 5 ár eru liðin, síðani virksemið byrjaði á Granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi í Havn, verður skipað fyri hátíðarhaldi tann 21. juni frá klokkan 13.00 til 16.00.

Á skránni eru millum annað røður um upprunan til iNOVA, virksemið í dag og framtíðarvónirnar hjá granskarasetrinum.

Millum tey, sum halda røðu, eru Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jógvan Jespersen, nevndarformaður í iNOVA og Regin Weihe Dalsgaard, sum var ein av stovnarunum av iNOVA.

Gutti Winther borðreiðir við brellbitum, og tey, sum dagliga starvast í iNOVA fara at greiða frá teirra arbeiði.

Øll áhugað eru vælkomin.

Harleyfacadeacryl