Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

5. landskappingardysturin: HB-KÍ 3-1 (3-1): KÍ neyðlendi í Gundadali

Oliver Joensen

HB var nógv tað betra liðið, serstakliga í fyrra hálvleiki, tá øll málini eisini komu, ein dapur dagur hjá KÍ-fjepparunum í Gundadali ídag.

HB spældi KÍ út av vøllinum í Gundadali sunnudagin, og eftir 1-3 ósigurin ásannaðu KÍ-leikarnir, at úrslitið satt at siga gevur eina frægari mynd av dystinum enn sjálvt spælbýtið, tí HB var nógv tað betra liðið, serstakliga í fyrra hálvleikið, tá øll málini eisini komu, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

KÍ slapp bara at liggja í barónasongini í eina viku eftir flotta sigurin á NSÍ á heimavølli vikuskiftið frammanundan, tí sunnudagin fekk liðið ein ordans umgang frá einum skjótt og sera væl leikandi HB-liði, sum í Gundadali bókstavliga rann frá KÍarunum, sum ongantíð komu fyri seg í dystinum.
Ímóti NSÍ mannaði KÍ seg væl á miðvøllinum við onkrum mansverjingarskyldum, og sum kunnugt eydnaðist tann uppskriftin sera væl í tí dystinum. Men tað er ikki altíð, at ein skal endurtaka eina uppskrift. Tað var dysturin í Gundadali ímóti HB sunnudagin eitt dømi um.
Undan dystinum segði fyrrverandi HB-leikarin og KÍ-venjarin, Jóannes Jakobsen, við Útvarp Føroya, at hann væntaði ein HB-sigur, og grundgav hann sína meting m.a. við at vísa á, hvussu svangir HB-ararnir nú máttu vera eftir eina sera trilvandi byrjan í landskappingini, OG tí hann metti HB at hava ein sterkari hóp av leikarum enn KÍ.
Møguliga var tað hetta, ið kom til sjóndar sunnudagin, tí tað var fyrst og fremst tann sera kviki álopsfótbólturin hjá HB, sum myndaði og avgjørdi dystin. HB var snøgt sagt nógv betri enn KÍ hendan dystin.
Tó kann tað ikki avvísast, at taktikkurin hjá KÍ eisini var ein viðvirkandi orsøk til greiða ósigurin, tí HB tóktist at hava avlisið uppskriftina hjá KÍ ímóti NSÍ og gjørdi mótleikir, sum avvápnaði verjugarðarnar hjá KÍ, bæði á miðvøllinum og í KÍ-verjuni, sum hevði trupult við at fylgja kviku leikarunum hjá HB.
Í slíkari støðu kann spurningur helst setast, um tað er so skilagott at mansverja mótleikarar heilt frammi á miðvøllinum. Í øllum førum tóktist hetta í hesum dystinum at gera, at KÍ-leikarar til tíðir runnu aftan á HB-arum, og tað er sjálvandi bæði strævið og demotiverandi.

Liðuppstillingin
KÍ legði fyri við somu uppstilling sum ímóti NSÍ, burtursæð frá plássinum hjá skadda Erlingi Fles í álopinum, har Leon Bjartalíð fekk møguleikan at royna seg.
Tað vil siga, at Meinhardt Joensen um vant stóð í málinum aftan fyri Jan Andreasen og Kaj Ennigarð í miðverjuni, meðan Heðin á Lakjuni var á vinstra bakki og Harley Bertholdsen á høgra.
Miðvøllurin var mannaður við Símuni Joensen, Høgna Madsen, Oddmari á Lakjuni og Gunnari Nielsen, og frammi í álopinum hevði Paul Clapson hesa ferð Leon Bjartalíð saman við sær.
KÍ gjørdi tvær skiftingar í seinna hálvleiki: Kareem Smith kom inn sum verjukendur á miðvøllinum fyri Høgna Madsen, og Julian Samuelsen kom inn á miðvøllin fyri Oddmar á Lakjuni.
Somuleiðis varð Mattias Samuelsen í seinna hálvleiki skiftur inn fyri Meinhardt Joensen, sum meiðslaði seg í høvdið eftir samanstoyt við Rógva Jacobsen.

Kaj Ennigarð
enn einaferð
Meðan heimaliðið fekk bóltin í KÍ-málið 3 ferðir, eydnaðist hetta bert ta einu ferðina hjá KÍ í hinum endanum, og enn einaferð var tað Kaj Ennigarð, sum vísti sítt virði fyri KÍ.
HB hevði frammanundan lagt seg framum 1-0 í 6. minutti við máli, sum Rókur á Fløtum Jespersen gjørdi við innaru síðu eftir upplegg úr síðuni inn fyri KÍ-málið.
Men so vann KÍ sær eitt fríspark við brotsteigarmarkið hjá HB, har bólturin varð trillaður fyri føturnar á Kaj, sum hevur víst seg at hava gott krút í beinunum til hørð og neyv langskot. Hann meddaði til, og tað sang í HB-meskunum uttan møguleika hjá HB-málverjanum at bjarga.
So var 1-1, og hetta kveikti lív í vónirnar hjá KÍ, men gakk. HB broytti ikki leikin av hesum men helt fram at trýsta við skjótum álopsspæli, har leikarar fluttu seg sera væl fyri hvørjum øðrum, ikki minst tann sera kviki Christian Høgni Jacobsen, sum í 20. minutti fekk møguleikan í góðari støðu framman fyri KÍ-málið, har hann lyfti bóltin upp um Meinhardt og í KÍ-málið til 2-1.
Beint áðrenn hálvleik bleiv uppaftur verri hjá KÍ, tá Rókur enn einaferð var upp á spæli í KÍ-brotsteiginum, har hann rak fram við Meinhardi, sum kendi seg noyddan at hála í neyðbremsuna, og so var brotsspark dømt. Jákup á Borg skoraði, og so var 3-1 og hálvleikur.

HB–flytingar
ørkymlaðu KÍ
Í Formuladeildini hava øll lið eina ella aðra ætlan fyri, hvussu leikast skal í hvørjum einstøkum dysti, og hendan dystin tóktist KÍ at hava somu ætlan sum ímóti NSÍ, sum var at standa kompaktur á miðvøllinum og har meira ella minni mansverja miðvallarleikarar hjá HB.
Men tá HB-miðvallararnir miðvíst fluttu burtur frá miðvøllinum, har aðrir ístaðin komu inn, ørkymlaði hetta KÍ-leikararnar, sum í fyrra hálvleiki ikki reiðiliga funnu útav, hvussu HB-leikararflytingarnar skuldu taklast.
HB-venjarin hevði óivað roknað við somu KÍ-uppstilling sum ímóti NSÍ, og hann fekk tíverri rætt, men hinvegin var tann veruleikin sjálvandi ikki øll orsøkin til HB-sigurin. Venjarin hjá einum liði má til eina og hvørja tíð taka ábyrgd av sínum liði, tí áðrenn dystin er tað hann, sum leggur taktikkin og sigur, hvussu leikast skal.
Tá dysturin er byrjaður, kann venjarin hinvegin ikki gera tað stóra við taktikkin, tí tá eru tað leikararnir, sum sjálvir mugu hugsa og arbeiða sum best, um so er, at umstøðurnar á vøllinum broytast óvæntað. Hetta er sjálvandi alt annað enn lætt hjá leikarunum, men eftir øllum at døma dugdu HB-leikararnir sunnudagin hetta betur enn KÍ-leikararnir.
Samanumtikið leikti HB í fyrra hálvleiki við sera nógvari ferð í álopinum, og hetta trýsti KÍ-liðið rímiliga langt aftur á vøllin, soleiðis at sjálvt álopsleikararnir hjá KÍ til tíðir leiktu langt afturi á vøllinum.
HB, sum jú gjørdist føroyameistari í fjør, er eitt sterkt lið, og tá tað koyrir hjá teimum, krevur tað nógv av mótstøðuliðnum, ikki minst í Gundadali.
Liðið tóktist vera ógvuliga uppsett til hendan dystin, og tað var eisini umráðandi hjá teimum at vinna hann, tí annars var vandi fyri, at ráðandi meistararnir mistu sambandið við oddin í Formuladeildini.

Orkan gekk undan
í seinna hálvleiki
Støðan í hálvleikinum var, tíverri fyri KÍ, longu 3-1 til HB, og tí var ikki so lætt hjá KÍ í hálvleikinum at finna útav, hvussu dysturin skuldi vendast.
Tað vísti seg eisini eftir steðgin, at HB legði seg eitt sindur longur aftur á vøllin fyri at halda ta vunnu leiðsluna, og tað vísti seg, at KÍ ikki hevði tað, sum skuldi til fyri at hótta HB.
Í seinna hálvleiki vóru eisini tekin um, at leikarar á báðum liðum vóru troyttir – teir tóktust ikki at hava orkuna til at gera tað eyka, sum skuldi til fyri at hótta tað stóra frameftir.
HB hevði sjálvandi ikki brúk fyri at hótta KÍ so nógv meira, tí teir vóru jú trygt á odda, men kortini sóust tekin um troyttleika eisini hjá teimum. HB hevði í fyrra hálvleiki brúkt sera nógva orku, og tað var sanniliga eisini eydnast teimum at hótta OG skora tey neyðugu málini, so teirra setningur var longu greiddur.
KÍ hevði hinvegin sera stóran tørv á at finna eyka orkutangan fram í seinna hálvleiki, men her vísti tað seg, at nakrir av leikarunum ikki høvdu tað neyðuga yvirskotið til tess. Í øllum førum bleiv tað ikki til nakað rættiligt KÍ-trýst í seinna hálvleiki.
Til dømis hendi tað nakrar ferðir í seinna hálvleiki, at KÍ breyt eitt HB-álop, og tá er tað umráðandi hjá liðnum at lyklaleikarar leypa avstað og skapa yvirtalsstøður á mótstøðuhálvuni. Men hetta megnaðu KÍ-leikararnir ongantíð. Teir fóru snøgt sagt ov fáir avstað, tá álopsmøguleikin beyðst.

Meinhardt og Rógvi
endaðu á skaðastovu
Keðiligasta hendingin í dystinum, sum annars varð spældur í góðum ítróttaranda, var tá Meinhardt Joensen og Rógva Jacobsen í seinna hálvleiki rendu høvdini saman, meðan báðir royndu eftir bóltinum við brotsteigarmarkið hjá KÍ.
Hetta var eitt hendiligt óhapp, man samanstoyturin var so harður, at báðir leikarar meiðslaðu seg í høvdið, men Meinhardt fekk eitt opið sár, ið bløddi illa, og hann mátti tí skifast út beinanvegin og varð koyrdur á skaðastovu, har hann fekk pentur seymaðar í sárið.
Snuddurin hjá Rógva var ikki líka sjónligur, men eisini hann mátti ein túr á skaðastovuna eftir dystin.

Nú ræður um at
reisa seg aftur
Besti mátin at gloyma ein slíkan dyst og koma víðari er við at reisa seg aftur beinanvegin við einum ordiligum innsatsi og úrsliti í næsta dysti.
Hesaferð fær KÍ møguleikan til hetta ógvuliga skjótt, tí longu mikudagin skal liðið til Gøtu at spæla tann útsetta dystin í kappingini um Løgmanssteypið.
Ein sigur í tí dystinum hevði verið besti heilivágurin fyri leikarar, venjarar og áskoðarar áðrenn ta næstu stóru royndina í landskappingini, sum verður á heimavølli sunnudagin, tá EB/Streymur kemur til Klaksvíkar á vitjan.
Vit sóu ímóti B71, hvussu nógv sjálvsálit hevur at siga. Tí ræður um at gloyma alt um farnar ósigrar og herja áaftur við heilum huga og fullari orku.
KOYR Á KÍ !!