Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

5. milliónur krónur til Varpið

Jóhann Lützen

Varpið er ein mentanarpolitisk íløga, fyri allar føroyingar, fyri landið alt. Ein íløga í okkara felags føroyska mentanarlív, sum Løgtingið sjálvandi hevur eina skylda til at stuðla, siga uppskotsstillararnir, sum vilja hava løgtingið at játta Varpinum pengarnar

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Beinir Johannesen og Árni Skaale vilja hava løgtingið at stuðlað Varpinum við 5. milliónum krónum í rakstrarstuðuli. Tað hava tey gjørt í Uppskot til eykajáttanarlóg fyri januar 2024. 

Í viðmerkingunum til uppskotið siga tey m.a.

Í 2022 vórðu 5 mió. kr. játtaðar á fíggjarlógini til mentanarhúsið Varpið, og á fíggjarlógini fyri 2023 vórðu 7 mió. kr. játtaðar, sum tilsamans er 16% av íløguni. Á fíggjarlógini fyri í ár varð einki játtað. Uppskotsstillararnir meta, at rættast er at játta 5 mió. kr. afturat, vísandi til aðrar líknandi verkætlanir, har Løgtingið hevur stuðlað við nærri 33% av íløguni.

Eingin ivi er um, at nýggja, vakra og spennandi Varpið hjá Osbirni Jacobsen verður eitt mentanarhús í heimsflokki, sum vit øll fara at fáa gleði og gagn av. Uttan úr heimi hevur húsið, sum verður nevnt ”lítla Harpa”, longu fingið stórt uppmerksemi og fleiri fyrispurningar. Bæði heimskend útlendsk, og eisini okkara egnu dugnaligu tónlistafólk, siga Varpið hava bestu ljóðgóðsku í Føroyum. Tað er torført at meta um framtíðartýdningin av hesum longu nú. Men hann skal í øllum førum ikki undirmetast.

Varpið er ikki, sum summi kanska halda, ein kommunalur stovnur, í Klaksvík, men ein sjálvsognarstovnur, ið eigur seg sjálvan. Sostatt eiga vit øll Varpið; allir føroyingar. Tí kunnu vit eisini øll vera errin av og stuðla 

 

1. viðgerð av uppskotinum verður á løgtingsfundinum í dag, sum punkt 4. Fundurin er byrjaður og kann síggjast her.