Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

50 ár síðan 66-liðið gjørdi bart

Jóhann Lützen

Nú um vikuskiftið eru liðin júst hálvthundrað ár síðan tiltikna 66-liðið hjá KÍ setti punktum fyri síni glæsiligu sigursrøð. 3. september 1972 vunnu teir sítt seinasta FM-heiti.

KÍ vann við hesari manning FM-heitið tey fimm árini á rað frá 1966 til 1970. Sigursrøðin er framvegis met í fremstu føroysku mansdeildini í fótbólti. KÍ misti á stokkinum í 1971, men endurvann heitið í 1972 í harðari kapping við HB.

Kringvarpið endursendir í kvøld kl. 19.05 sjónvarpsdokumentarin um 66-liðið hjá KÍ, sum gjørdur var í 2011.

Grein: Afturlit – síðsti brestur hjá 66 liðnum