27.okt 1963, varð fyrsta holdið av konfirmantum fermt í Christianskirkjuni, eftir at hon bleiv vígd 7. juli 1963. Gamla kirkjan, sum bleiv bygd 1866, var karmur um tilgongdina, hjá konfirmantunum og stóð har so vøkur, inntil hon bleiv tikin niður í 1966. Fyrsta kirkja vit vita um í Klaksvík, (fyrr kallað norðuri í Vági) stóð í gamla kirkjugarið, hon varð bygd úr gróti, við timbri innan og einar 7 alin hvønn vegin, og tikin niður, tá kirkjan í Gerðahaga bleiv tikin í nýtslu.

Komandi sunnudag hevur Hanus Simonsen prestur Guðstænastu, við altargongd. Kirkjukóri syngur tann dagin og ein drekkamuður verður í kjallaranum fyri teimum, sum blivi fermd fyri 50 árum síðani, eftir Guðstænastuna.
Hjartaliga vælkomin.