Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

500 bilar koyrdu úr Klaksvík tá seinra hálvfinalan um løgmanssteypið varð spæld við Løkin

John William Joensen

Sambært Norðoyatunnlinum koyrdu heili 3.492 akfør gjøgnum Norðoyatunnilin mikudagin 15. Juni tá KÍ og NSÍ leiktu seinri hálvfinaluna, í kappingini um løgmanssteypið í Runavík.

Sambært Norðoyatunnlinum koyrdu heili 3.492 akfør gjøgnum Norðoyatunnilin mikudagin 15. Juni tá KÍ og NSÍ leiktu seinri hálvfinaluna, í kappingini um løgmanssteypið í Runavík.

Nógv tann størsti parturin av ferðsluni varð seint seinrapartin og um kvøldi í samband við finaluna.

Av tí at tunnilin telur bilar báðar vegir, var talið á bilum 500 meira enn vanligar mikudagar.

Dysturin millum B36 og KÍ í Gundadalið var fyri KÍ viðhaldsfólkini lagdur eitt sera óheppið tíðspunkt, nevniliga kl. 17:15 sunnukvøldi og tí vóru eisini væl færri KÍ viðhaldsfólk í Gundadali. Umleið 200-250 bilar koyrdu meira enn vanligar sunnudagar gjøgnum Norðoyatunnilin.

Tí er ikki óhugsandi at talið á bilum, sum fara til sjálva Løgmansfinaluna, sum verður leygardagin 27. august í Gundadali fer at liggja einastaðni millum 400 og 700 bilar.

Tøl frá P/F Norðoyatunnlinum:

NSÍ-KÍ

Dato 15/6 Akfør 3.492

Tal av akførum vanligar yrkadagar 2.500

B36-KÍ

Dato 19/6 Akfør 2.162

Tal av akførum vanligar sunnudagar uml. 1.750