Tað sær út til, at fiskikappingin og vatnkríggið á Sjómannadegnum í ár fer at sláa allar rekordir. Heili 500 børn høvdu á miðdegi tekna seg til hetta vælumtókta tiltakið.
Í Eik banka hava børnini, sum taka ímóti teimum, ið vilja luttaka í fiskikapping og vatnkríggi ídag, havt úr at gjørt.
Á midegi høvdu heili 500 børn tekna seg til luttøkuna og tað er munin fleiri enn árini frammanundan. Hetta hevur gjørt, at fyrireikararnir nú leita við ljós og lykt eftir fleiri bátum til vatnkríggið á vágni, og harafturat er stíðlað fyri stórum vatnkríggi fyri tey heilt smáu á bryggjuni á Stongunum.
Uppi á Borðoyarvík komu dreingirnir aftur fyri løtu síðani, eftir at teir høvdu verið og drigið rúsur. Fongurin var millum annað, krabbagoggur, krabbar, goggur og annað mangt. Teir vitstu at siga, at tað hevði ikki gingið so væl við sílunum, teir sleptu í kørini í gjárkvøldið, tí eitt var lopið upp úr karinum, ímeðan tvey lógu deyð ímorgun, so lagið var ikki av tí besta.
Men, søgdu teir, vit fara aftur at seta eina skýmingarsetu í kvøld, so vit rokna við at koma við nógvum fiski afturat.
Á Stongunum hittu vit børn úr barnagarði, ið hugnaðu sær við kørini. Serliga sýntist makrelurin frá Slættabertgi at vera væl umtóktur.




