Í oktober vóru 25.512 løntakarar, árstíðarjavnað, í Føroyum. Tað eru 527 fleiri enn fyri einum ári síðani.
Í oktober vóru 25.512 løntakarar, árstíðarjavnað, í Føroyum. (Árstíðarjavnað merkir, at afturvendandi ójavnar í árstíðunum eru ikki roknaðir við). Hetta eru 527 fleiri enn fyri einum ári síðani. Tað skrivar Hagstovan á síni heimasíðu í dag.
“Sostatt heldur gongdin fram, ið nú hevur staðið við í næstan trý ár, har tað hevur verið ein lítil tilgongd av løntakarum hvønn mánað síðan ársbyrjan 2014,” sigur Hagstovan.
Frá fíggjarkreppuni í 2008 til 2012 var gongdin tann øvugta. Í 2008 vóru 26.000 løntakarar í Føroyum og í 2012 kom talið niður á 23.500. Hóast góðu gongdina seinastu trý árini, so manglar framvegis nakað í, áðrenn vit eru komin upp aftur á støðið, sum vit vóru á í 2008.
Byggivinnan er tann vinnugreinin sum hevur størstu framgongdina.




