20 tonsarin Karlamagnus kom á Klaksvík í gjárkvøldið fullur undir lúkurnar. Magnus Johansen, skipari sigur, at tað hevur gingið sera væl hjá teimum við snellufiskiskapinum.
20 tonsarin Karlamagnus kom á Klaksvík í gjárkvøldið fullur undir lúkurnar. Magnus Johansen, skipari sigur, at tað hevur gingið sera væl hjá teimum við snellufiskiskapinum.
Vit hava fiskað í 8 dagar hendan mánaðin og vit hava fingið 80.000 pund tilsamans, so vit kunnu ikki lata illa at.
Hendan túrin hava vit verið á Bill Bail bankanum, vit hava fiska í fýra dagar og eg rokni við at tað fer at viga um 50.000 pund hendan túrin. Tað er eisini sera góður upsi, síðsta túr var um 90% upsi 1 og eg rokni við tað sama hendan túrin.
Fýra mans eru við Karlamagnus.




