Tað eru teir, sum halda fast við útróðurin og hava verið støðufastir, sjálvt um tað hevur gingið afturá annars við áhuga fyri at rógva út.
Ein av teimum, er maðurin á myndini. Tá vit vóru á støð hjá Bragd í dag, tá kærdu teir sum kunnugt sína neyð um, at ikki bar til á Fiskamarknaðinum at fáa prís fyri rognini, eitt tilfeingið í annars er í sera høgum meti. Men positivir og hugagóðir, sum teir umborð á Bragd eru, so segði Oddmar Niclasen frá, at ídag fylti Árni Poulsen 51 ár og samstundis hevur hann í samfull 18 ár róð út vit Bragd. Vit ynskja Árna Hjartaliga tillukku og vit eru mong, ið takka fyri rognini í dag.




