Sjónvarpsrættindini til ensku Premier League frá 2016 til 2019 eru seld fyri 51 milliardir krónur. Sky Sport og BT hava fingið rættindini.
Sjónvarpsrættindini til ensku Premier League frá 2016 til 2019 eru seld fyri 51 milliardir krónur. Sky Sport og BT hava fingið rættindini.
Hetta vil so siga, at Sky Sport og BT hava høvuðsrættindini at senda beinleiðis frá Premier League dystum.
Tað er talan um eina ordans øking av prísinum í mun til 3-ára avtaluna frammanundan. Tann avtalan kostaði ’einans’ 30 milliardir krónur.
Premier League rættindini eru boðin út í 7 sjónvarpspakkum. Sky Sport hevur tryggja sær fimm og BT tveir.
Í hesi nýggju avtaluni fara 168 dystir pr. kappingarár at verða vístir beinleiðis. Hetta merkir, at prísurin í miðal fyri ein dyst verður 102 milliónir krónur.




