Ikki bert í Klaksvík var fiskikapping í dag. Bátafelagið Knúkur í Leirvík, ið er nýtt bátafelag, sum var stovnað 16. januar í ár, skipaði fyri fiskikapping har.
14 bátar luttóku í kappingini og samlað fingu bátarnir 1126 kilo.
Bestur var Henry á Reynatrøð við “Ritafjalli”, Henry var einsamallur og fekk hann 268 kilo og bleiv nr. 1 í kappingini og hevði samstundis mest pr. mann.
Nummar 2. gjørdust Herit og Sigmund Christiansen og Óli Olsen við “Eriku”.
Nummar 3. Gjørdist Jóan Petur Jacobsen og Jacob Andrias Jacobsen (restar á myndini) við “Norðfarið”.
Oluffa og Martin Joensen við Maritu fingu størsta fiskin, hann vá 6,7 kilo.
Í kvøld er so fiskikappingardansur í Leirvík.




