Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

55 ár og eldri, sum eru í vandabólki, kunnu bóka tíð til koppseting

Tíðindaskriv

Nú kunnu fólk í aldursbólkinum 55-64 ár, sum eru í vandabólki, eisini bóka tíð til koppseting. Í morgin kunnu øll í aldursbólkinum, 55 ár og eldri, bóka tíð á corona.fo.

Nýggj leiðregla er gjørd, sum gevur persónum í vandabólki framíhjá at bóka tíð til koppseting. Leiðreglan sigur, at fyrsta dagin, latið verður upp fyri at bóka tíð til koppseting í tí einstaka aldursbólkinum, fáa hesi í serligum vandabólkum framíhjárætt at bóka sær tíð – tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis.

Yvirlit yvir vandabólkar sæst her.

Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti.