Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

55 ár síðan hesi gingu til prest

John William Joensen

Nú 55 ár vóru liðin, síðani hesi gingu til prest í KFUM&K, gjørdu tey av at møtast after 17. aug. í Christianskirkjuni.

Í 1959 vórðu 67 ung um 14 ára aldur fermd í Klaksvíkar kirkju, har Jóhan Nielsen var prestur.

26 vórðu fermd um várið og 41 um heystið.

Nú 55 ár vóru liðin, síðani hesi gingu til prest í KFUM&K, gjørdu tey av at møtast after 17. aug. í Christianskirkjuni.

Luttøkan var sera góð. Nærum øll, sum vóru so fræg, settu sær fyri at koma. Eisini tey, sum búgva uttanlanda.

Tey 47, sum komu, møttust í kirkjukjallarnum fyrrapartin fyri at práta eina løtu, áðrenn tey fóru til guðstænastu hjá Marjuni L. á Tjaldrafløtti.

Eftir guðstænastuna var konfirmanturin, Dorius Fredriksberg, klárur við góðum mati í kirkjukjallarnum, og onnur høvdu okkurt gott at bjóða omaná.

Við borðið vórðu skemtiligar røður hildnar, og dugliga varð prátað um tíðina, tá tey gingu til og um fasta siðin at fara niðan á spinnaríið at spæla um kvøldarnar.

Umframt at hava fingið prestsins hond á høvdið so mintust fleiri eisini huldu- og kvæðasøgurnar hjá Jóhan Nielsen, presti.

Í 1959 komu eini 10 børn úr øðrum bygdum í Norðoyggjum til Klaksvíkar at ganga til prest.

Tey flestu avbygdabørnini høvdu eina aðra vitan enn tey í Klaksvík, og har var serliga Daniel Eliasen úr Mikladali tikin fram

Hann visti sum 14 ára gamal allar messur og halgidagar á árinum um ikki mishalgidagar við.

Slíkt og mangt annað kom fram í kirkjukjallarnum 17. aug.

Konfirmantarnir frá 1959 vóru væl nøgdir við dagin saman við javnaldrum sínum og hildu, at teir 7 tímarnir í Christianskirkjuni gingu alt ov skjótt.