Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

55 ár síðani HB skoraði so fá mál

Jákup Ósá

Tað er heilt óvanligt, at HB bara skorar fýra mál fyrstu fimm umførini.

Tað er heilt óvanligt, at HB bara skorar fýra mál fyrstu fimm umførini.

HB hevur spælt fimm umfør og hevur fingið seks stig. Hóast liðið bara hevur tapt ein dyst, so hevur liðið í stigum fingið vánaligastu byrjan í søgu felagsins í 21 ár. Í málum stendur enn verri til. HB hevur skorað fýra mál fyrstu fimm umførini og tað eru 55 ár síðani, at HB hevur skorað eins fá ella færri mál fyri fyrstu fimm dystirnar í landskappingini. Í 1962 skoraði HB bara trý mál fyrstu fimm umførini.

HB spælir sunnudagin á heimavølli móti verandi føroyameistarunum úr Víkingi.

Harleywoodpaint