So var Stórmót IR aftur her. Stóra innandurakappingin, sum IR úr Reykjavík skipar fyri, og sum føroysku feløgini nú í fleiri ár hava havt sum fast mál at fara til. Í 2007 fór FÍF við einum fýramannahópi til hesa kapping. Fram til 2010 var ungdómslandsliðið við í hesi kapping, men síðani tá hava Treysti, Hvirlan og Bragdið hvør í sínum lagi vælfartað til hesa størstu innandurakapping í Íslandi, har yvir 800 luttakarar eru við í ár.
Og í ár eru 55 føroyskir luttakarar við í kappingunum. Bragdið hevur 27, Hvirlan hevur 16 og Treysti hevur 12 luttakarar við. Harumframt eru eisini venjarar, leiðarar og fleiri foreldur við, so alt í alt eru umleið 80 farin vestur um í sambandi við Stórmót IR.
Ferðaliðið hjá Bragdinum avmyndað seinnapartin í dag, tá tey komu uppá pláss á vallaraheiminum í Laugardalinum. (mynd: Bragdið)
Fyrstu kappingarnar við føroyskari luttøku verða klokkan 10.20 leygarmorgunin, og so verður hildið til langt út á seinnapartin. Sunnumorgunin halda kappingarnar fram, og enda so seinnapartin sunnudagin.
Formaður FÍF’s er eisini við í Íslandi, og fer at kunna so frægt, sum til ber. Antin á heimasíðuni ella umvegis facebook-síðuna hjá FÍF.
Hópurin hjá Treysti avmyndaður seinnapartin. Tey hava verið her alla vikuna, og hava havt venjingar hvønn dag í stásiligu høllini í Hafnafirði. (mynd: Treysti)
Leinkja til allar startlistar og úrslit er her: Stórmót ÍR 2017
Øllum føroyingunum verður ynskt bestu komandi dagarnar.






