Topp grannauppgerð í Sarpugerði, botndystur við Stórá ogaftur ein dystur, har KÍ skal stríðast móti vánaligum hagtølum. Talan er um5.umfar í Effodeildini.
HB-07Vestur
Tað er neyvan neyðugt at tosa stórvegis um, hvør er greiðurfavorittur hendan dystin. Vágamenn gera sjáldan stórvegis skreytir í Gundadali,meðan HB nú er komið í gongd og tykjast at blíva eitt av oddaliðunum í ár. Herskuldi verið góður møguleiki fyri at sæð ein stórsigur til álopskenda HB liðið.Tipping: 1
Víkingur-ÍF
Hóast tað ikki sær pent út hjá Víkingi higartil í ár, so ertað effektivt. 9 stig má vera meir enn góðtikið, tá ein sá lága botnstøðið íGundadali móti B36. ÍF hevur eisini fingið eina góða byrjan og eru javnir ístigum við Víking hóast stóra útskifting í vetur. Talan er um grannauppgerð,sum bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá báðum liðunum elska. Tað tykist ógvuligasannlíkt, at Víkingar fara at leypa á teir ungu og óroyndu leikararnar, ið erupartur av ÍF verjuni, meðan ÍF hevur eitt álop, ið kann gera dystin málríkan. Áheimavølli eigur hetta at blíva ein sigur til Víking. Tipping: 1
TB-AB
Enn er tíðliga at tosa um botn “gysara”, men tað slepst ikkiuttan um, at her stendur nógv uppá spæl. Kanska mest sálarliga, tí alt talarfyri, at hetta vera tvey av trimum liðum, ið koma at berjast um niðurflytingtil tað seinasta í ár. Hvørgan av liðunum eru beinleiðis vánalig, tí vit havaseinastu umførini sæð, at tey kunnu geva øllum mótstøðu. TB hevur higartilspælt sera verjukent og spurningurin er, hvussu teir fara at spæla hendandystin, har TB ikki fær brúkt javnleik. AB hevur nógvar skaðar at dragast viðog serliga í verjupartinum stendur illa til, eftir at Morten Overgaard fór útseinast. Heimavøllurin talar fyri TB, ið eisini hevur tann fyrimunin, at teirhava fingið stig teir báðar seinastu dystirnar. Tipping: 1
NSÍ-B36
NSÍ spælir sín næsta heimadyst í ár móti B36. Í fyrstaheimadystinum sá spælið frameftir gott út móti KÍ og finna runavíkingar afturtil tær taktirnar, so fara teir at fáa mál. Verjuparturin, ið var alt annað ennsannførandi tann dystin, møtir hesaferð ikki eins stórum offensivum profilum,sum tá teir møttu KÍ. Tí møguliga tríggir av offensivu B36 profilunum vera alsikki við. Lukasz Cieslewicz verður heilt vist ikki við og hann vísir seg athava sera stóran týdning fyri B36 álopsspælið. Harafturat er ivamál um AdeshinaLawal og Gilla Sørensen. Tí má álitið setast á deyðbóltar hjá teimum hvítu. Her skuldi veriðgóður møguleiki hjá NSÍ, ið als ikki hevur ráð at tapa, at fingið sín fyrstasigur. Tipping: 1
KÍ-EB/Streymur
KÍ hevði móti B36 líknandi mótstøðulið, ið altíð stendur segvæl í Klaksvík. Tá stóð KÍ royndina, hóast B36 fortreytirnar vóru truplar. KÍhevur eins og í 2011 10 stig fyri 4 tey fyrstu umførini. Á Argjum sóu vit tveyymisk KÍ lið báðar hálvleikirnar og ein slíkur fyrri hálvleikur fer ikkiórevsaður framvið móti EB/Streymi. Nevnast kann, at í KÍ hópinum eru bara 5leikarar, ið hava roynt at vunnið móti EB/Streymi. EB/Streymur hevur trýstið ásær og tað plaga teir at trívast væl við í Klaksvík. Teir vundu eisini burturúrKÍ í Klaksvíkskappingini. Tað kann væl hugsast, at Levi Hanssen verður við frábyrjan og tá hava føroyameistararnir eitt sterkt lið frameftir vøllinum ogserliga til kontraspælið. EB/Streymur hevur ikki tapt í Klaksvík í 10 ár oghóast verjan – har m.a. ein óroyndur málverji í Jákup Andrias Hansen helstbyrjar inni – er skerd, so endar sigurin helst hjá hart kroystuføroyameistarunum , ið ikki hava ráð til annað enn ein sigur. Tipping: 2




