Dysturin liðugur, KÍ kvinnurnar vunnu 6-1 á Istatov úr Makedonia. Unga stjørnan á KÍ liðnum, Evi á Lakjuni hevur skora fýra mál, ímeðan Liljan Jacobsen hevur skora eitt og Eyðvør Klakkstein eitt.
Hálvleiksstøðan:Í yvirtíðini til fyrra hálvleik skorðar Evi sítt annað CL mál til hálvleiksstøðuna 3-1 til KÍ.
29 min. Eru farnir hevur Liljan Jacobsen eisini skorað sítt fyrsta CL mál. Eftir avlevering frá Sirdal,
12. min. KÍ kvinnurnar spæla sum kunnugt CL dystir í Kroatia fyri tíðina. Í skrivandi stund verður seinasti dysturin av trimum leiktur. KÍ kvinnurnar taptu báðar fyrru, men nú sær øðrvísi út.
Í dag spæla KÍ kvinnirnar ímóti Istatov úr Makedonia og tá 12 minuttir vóru leiktir, skoraði Evi á Lakjuni sítt fyrsta Chanpions Leaque mál, sum skilst eftir avlevering frá Ragnu Patawary.
KÍ kvinnurnar føra nú 1-0 ímóti Makedonia.




