6. b flokkur í Argja skúla vann fiskikappingina Á flot við Westward Ho 2009.
Eftir morgunsangin í Argja skúla í morgun fingu tey og lærarin Jóanes Árting steyp frá Heðini Mortensen borgarstjóra.
Fongurin hjá 6. b var toskur, hýsa og longa. Dómsnevndin staðfesti at veidda slagið var gott og at størsti parturin toskur.
Vinnandi flokkurin fekk steyp við áskrift og 100 ára merki, eisini at seta í bringuna.
– Vónandi verða enn fleiri flokkar við í átakinum næsta ár, segði Heðin Mortensen borgarstjóri, tá hann handaði vinnandi flokkinum steypið.
Tá høvdu allir næmingarnir í skúlanum sungið um Dáan meðan Eyðun á Borg spældi gittar. Eftir lívsfríska morgunsangin las skúlastjórin Marjun Holm faðir vár.
Fýra skúlar hava verið við í tiltakinum Á flot við Westward Ho 2009. Tiltakið er ein slupptúrur, ið er skipaður sum fiskikapping, har 4. – 7. flokkarnir í Tórshavnar kommunu kunnu vera við.
Endamálið er, at næmingarnir í hesum aldursbólki fáa høvi at hava samband við sjógvin og fáa eina fatan av siglingarsøguni. Høvi er at royna seg á sluppdekki umborð á Westward Ho, sum taldist millum tær nógvu sluppirnar, ið komu til Føroya úr Onglandi eftir 1872. Á fiskitúrinum sleppa næmingarnir m.a.:
• at royna ymiskan fiskireiðskap
• at kenna tey mest vanligu fiskasløgini
• at kanna fisk
• at kryvja, avhøvda og greipa
Í vár varð skipað fyri einum túri, har lærararnir í náttúru og tøkni og skúlaleiðararnir vórðu bodnir við at royna túrin. Tann túrurin eydnaðist væl, og lærararnir vóru sera hugagóðir at fiska, teir fiskaðu saman tveir og tveir og kappaðust um at fiska mest.
Túrarnir, sum næmingarnir hava verið í ár, eru eisini skipaðir sum ein kapping millum flokkarnar, sum hava tikið lut. Flokkurin, sum hevur fiskað mest og fingið flest stig, er núverandi 6. b flokkur í Argja skúla og fær hesin steyp til ognar. Ikki bert veidda nøgdin telur við í kappingini, men eisini hvat slag fiskað verður, t.d. telur toskur 1,4 stig og hýsa 1,3 stig. Fært tú til dømis ein tosk, sum vigar 1 kg, tá hann er kruvdur, verður uppskrivaða vektin 1,4 kg.
Vinaliga / Best regards
Birgir Kruse
Samskipari / Co-ordinator




