Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

6-mannafør menn: Heimasigur til Tvørabátin

Danial Viðoy

Kappróður á Jóansøku: Tvørabáturin vann sín triðja róður í ár, hesaferð á heimasjógvi. Í hølunum vóru Lómur, Rádni og Páll Fangi.

Tvørabáturin fekk ikki sína bestu byrjan í ár, men tók seg skjótt fram á hinar bátarnar. Eini 300 metrar inni í róðrinum stakk hann seg fram á fyrstapláss og var verandi har allan róðurin.

Páll Fangi úr Klaksvík lá í bólkinum, sum kappaðist um annað plássi. Men í dag eydnaðist ikki væl, tí hann endaði á einum fjórða plássið, sum teir helst eru sera skuffaðir yvir. Men tað eru róðrar eftir, at gera tað gott aftur í.

Tað eru nú tríggir róðrar eftir. Páll Fangi hevur vunnið ein róður og Tvørabáturin hevur vunnið tríggjar. Nú má Páll Fangi fara at vinna aftur, soleiðis at møguleiki skal vera fyri einum møguligum FM-gulli.

Tíðir:

1 Tvørabáturin 05.14.23

2 Lómur 05.16.05

3 Rádni 05.17.00

4 Páll Fangi