Tvørabáturin vann 6-mannafarsróðurin. Og tað var við einum sera lítil munur niður til Páll Fanga, sum í dag endaði á øðrum plássi.
Tvørabáturin vann 6-mannafarsróðurin. Og tað var við einum sera lítil munur niður til Páll Fanga, sum í dag endaði á øðrum plássi.
Eftir róðurin í dag hava Tvørabáturin og Páll Fangi 13 stig á fyrsta plássi. Tað er líkt til at hendan kappingin fer at verða sera spennandi í ár.
Páll Fangi róði aftur í dag ein góðan róður og vóru teir við í fremstu røð allan róðurin. Eisini vóru teir við, tá ið teir fremstu tóku frá teir seinastu 2-300 metrarnar.
Men Tvørabáturin varð hin drúgvari í dag, hóast harða kapping frá Páll Fanga úr Klaksvík.
Úrslit:
1) Tvørabáturin 04.47.08
2) Páll Fangi 04.47.12
3) Jarnbardur 04.49.03




