Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

6 mannafør menn: Umróður ella skal róðurin strikast

Jákup Ósá

Róðurin á Sundalagsstevnu fyrr í ár er strikaður.

RSF hevur tvinnar kostir í at velja eftir úrskurðin hjá Ítróttardómsstólinum um kæruna hjá Gongurólvi í sambandi við 6-mannafarsróðurin á Sundalagsstevnu, tá Gongurólvur hekk fastur, men har tað ikki bleiv skotið av.

Jan Herman Hansen er formaður í RSF og hann sigur, at RSF nú fer at taka málið upp og taka støðu til, um tað skal rógvast umaftur ella um róðurin skal strikast.

– Tað sum stendur millum linjurnar í úrskurðinum hjá RSF er, at vit antin hava ein umróður ella strika róðurin, sum var á Sundalagsstevnu. Nevndin samlast í vikuni og týskvøldið vænti eg, at ein støða fyriliggur. Tað eru fleiri atlit sum skulu takast við, tá slík støða er. Fleiri av manningunum hava havt stóra útskifting síðani Sundalagsstevnu. Samstundis skal hetta passa inn í venjingarætlanina hjá manningunum. Og so er tað, hvar vit skulu rógva. Eg havi havt ein tanka um, at nú trý seksmannafør eru úr Suðuroynni, so kundu vit róð har suðuri. Men hetta hava vit sum sagt ikki viðgjørt enn. Vit fara eisini – sum vanligt er – at lodda dýpið millum manningarnar og koma so til eina niðurstøðu, sigur Jan Herman Hansen við Norðlýsið. Hann sigur, at fellur valið á ein umróður, so verður hesin áðrenn ólavsøku.

Hann sigur annars, at hetta hevur verið eitt løgið mál á tann hátt, at RSF als ikki visti av, at málið var koyrt í Ítróttardómsstólin.

– Eingin uttan Gongurólvur sjálvur visti, at málið var í Ítróttardómstólinum og tað var óheppið. Tá eg so vakni leygarmorgunin, so kemur ein t-postur um úrskurðin frá Ítróttardómstólinum. Tað kendist eitt sindur løgið. Í stuttum kann sigast um kærumálið, at RSF legði seg eftir reglunum, har tað ongastaðni stendur, at tað skal skjótast av, tá bátur hongur fastur, hóast tað burdi staðið og heilt vist verður sett í reglugerðina á komandi aðalfundi. Meðan Ítróttardómstólurin legði seg eftir, hvat siðvenjan var, sigur Jan Herman Hansen.

Allur úrskurðurin hjá Ítróttardómstólinum kann lesast HER.

Úrslitið á umrødda róðrinum á Sundalagsstevnuni var hetta:

1Hvessingur05:20.20

2Sølmundur05:22.19

3Jarnbardur05:25.00

4Rádni 05:26.13

5Tvørabáturin05:31.06

6Lómur 05:31.18

7Gongurólvur05:33.22

8Smyril 05:38.10

Samlaða støðan hjá 6-mannaførunum, tá Sundalagsstevnan er tald við, er:

1Hvessingur38

2Jarnbardur33

3Sølmundur23

4Páll Fangi20

5Tvørabáturin18

6Rádni 18

7Gongurólvur8

8Lómur 8

9Smyril 2

10Kollfirðingur0