Jóannis Sørensen, sum eigur myndirnar í nýggju bókini, Hválv – Vault, metir at einar 600 bøkur eru seldar higartil. Einans 100 bøkur vóru seldar, tá ið tey 11.000 ferðafólkini vitjaðu landið í sambandi við sólarmyrkingina.
Jóannis Sørensen, sum eigur myndirnar í nýggju bókini, Hválv – Vault, metir at einar 600 bøkur eru seldar higartil. Einans 100 bøkur vóru seldar, tá ið tey 11.000 ferðafólkini vitjaðu landið í sambandi við sólarmyrkingina.
Tað eru 2000 eintøk prentað av hesi bókini, sum vísir himmalhválvið frá eini vakrari síðu. Higartil eru 800 bøkur farnar av lagrinum og Jóannis væntar at eini 600 eru seldar.
Í sambandi við almennu bókaframløguna á Viðareiði í marsmánaða, vórðu 150 bøkur seldar.
Minni enn væntandi
Jóannis hevði væntað, at tað fóru at verða seldar væl fleiri bøkur, tá ið riðilin av ferðafólkum vitjaðu landið í marsmánaða. Tey 11.000 ferðafólkini keyptu einans 100 bøkur. Til stuttleikar kann nevnast, at 110 hvørt ferðafólk keypti bókina.
Tað sær í fyrsta umfari út sum ein vánalig søla. Tí væntað var, at júst ein bók um hválvið, skuldi havt áhugað, tá ið sólarmyrking á himmalhválvinum var endamálið hjá ferðafólkunum.
Annars hevur verið skrivað og hoyrt um, at ferðafólkini hava lagt nakað peningi eftir seg. Spurningurin er bert tann, um hetta hevur verið til neyðturviligar vørur og eitt sindur av minniligum vørum afturat. – Men hetta skal heldur ikki skiljast á tann hátt, at tí at ’Hválv’ ikki hevur selt so væl sum væntað, tá ið ferðafólkini vitjaðu, at tað merkir, at onki annað er keypt.
Men Jóannis hevur ikki mist mótið hóast alt. Til jólar plaga bøkur at vera fastur táttur undir jólatrænum, og vónar Jóannis at tað vera nakrar av hansara bókum, sum verður pakkaðir inn í jólapappír.
Ferðafólkaárið er heldur ikki av enn. Várið er í hondum og summarið við flest ferðafólkum nærkast í hvørjum. Enn eru góð líkindi fyri, at selja fleiri av bókini hjá Jóannis Sørensen og Pól Jespersen, og annars at selja fleiri av nógvum góðum føroyskum vørum.




