Kvinnuhúsfelagið hevur haft aðalfund. Í nevndini í felagnum sita Beinta Hilduberg, forkvinna, Toril Waag Olsen, næstforkvinna, Richa Richardsdóttir, kassarøkil, Ragnhild Olsen og Jórun Splidt.
Kvinnuhúsfelagið hevur haft aðalfund. Í nevndini í felagnum sita Beinta Hilduberg, forkvinna, Toril Waag Olsen, næstforkvinna, Richa Richardsdóttir, kassarøkil, Ragnhild Olsen og Jórun Splidt. Í nevndini í Kvinnuhúsgrunninum sita Winny í Pætursastovu og Tordis Mohr umboðandi Kvinnuhúsfelagið.
3 starvsfólk, tilsamans 2 ársverk, arbeiða í Kvinnuhúsinum. 35 limir í felagnum hava arbeitt sum sjálvbodnar í eini vaktarskipan. Tær hava vaktir um næturnar, í vikuskiftum og á heilidøgum, og sita í nevndum. Tær 35 sjálvbodnu kvinnurnar, ið arbeiða ólønt í vaktarskipanini, gera tað møguligt hjá kvinnum, útsettar fyri harðskapi, at ringja ella flyta inn á Kreppumiðstøðina, alt samdøgrið.
624 áheitanir vóru til Kvinnuhúsið í 2012. Orsøkin til áheitanina var í 332 førum harðskapur. 15 kvinnur og 5 børn gistu á Kreppumiðstøðini.
Tveir sjálvhjálparbólkar byrjaðu í 2012. Í bólkinum hittast kvinnur um ein felags trupulleika, í hesum føri harðskap, tær hava verið útsettar fyri. Tær tosa, lurta og stuðla hvørji aðrari í at finna loysnir. Tveir bólkaleiðarir og sálarfrøðingur eru knýtt at bólkinum.
Kvinnuhúsfelagið rekur uttanhýsisráðgevingina Sjálvhjálpin. Í Sjálvhjálpini kunnu bæði kvinnur og menn fáa ráðgeving og vegleiðing. Meira fæst at vita á www.sjalvhjalpin.fo
Endamálið hjá Kvinnuhúsfelagnum er at reka Kvinnuhúsið/Kreppumiðstøðina, har kvinnur kunna ringja, skriva ella støkka inn á gólvið og fáa ráðgeving og vegleiðing í ymiskum spurningum og trupulleikum. Ikki er neyðugt hjá kvinnuni upplýsa navn og P-tal. Heldur ikki er neyðugt hjá henni at rættvísgera, hví støðan er, sum hon er. Kvinnan hevur møguleikan, saman við sínum børnum, at gista á Kreppumiðstøðini eitt tíðarskeið.
Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðuni www.kvinnuhusid.fo
Vinarligast
v/Kvinnuhúsfelagið
Elin Reinert Planck




