Tummas Christophersen hevur keypt allan partapeningin í 62°N, og Heidi Petersen hevur tikið við sum stjóri í fyritøkuni.
Tummas Christophersen hevur keypt allan partapeningin í 62°N, og Heidi Petersen hevur tikið við sum stjóri í fyritøkuni.
62°N er ferðaskrivstova, ið umsitur uttanlandsferðir, ferðum inn í landið, bilaleigu og avgreiðslu av flogførum á flogvøllinum í Vágum. Fyrrverandi stjórin, Kent Christensen, hevur átt felagið saman við Tummasi Christophersen síðan 2007, tá teir keyptu Flogfelag Føroya og góvu tí nýggja navnið, 62°N.
– Vit standa fyri stórum og spennandi avbjóðingum, serliga á incoming-økinum, við alsamt vaksandi ferðafólkatali í Føroyum. Nýggja strategiin hjá Atlantic Airways, har man styrkir sambandið til Íslands, Noreg og Skottlands, halda vit fer at vera viðvirkandi til at økja um ferðafólkatalið inn í landið. Hetta, saman við teimum góðu ferðamøguleikunum hjá føroyingum at koma beinleiðis úr Føroyum til sól og summar, til Barcelona og strendurnar kring býin, og nú eisini frá komandi summarið á Mallorca ger, at ferðavinnan hevur nógv at bjóða, greiðir Heidi Petersen frá.
-Eisini fara vit at halda fram við at veita skjóta og góða tænastu til føroyska vinnulívið, har vit skipa fyri ferðum til messur og fundir eftir tørvi hjá vinnuni.
62°N er elsta ferðaskrivstova í landinum. Flogfelag Føroya, sum fyritøkan tá æt, fekk í lag fyrstu føstu flogruturnar til Føroya, og síðan hevur fyritøkan verið í støðugari menning.
Við hollum royndum, dugnaligum starvsfólkum og góðum samstarvsfeløgum verður virksemið hjá felagnum framhaldandi avgerandi millumliðið í føroyskari ferðavinnu, bæði heim til Føroya og út í stóru verð.
62°N




