Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

63.000 pund í tríggjar dagar – sera nógv nebbasild at síggja

Oliver Joensen

Haldi ikki at vit hava fingið so nógv av toski, síðani 2002 aftaná at I-kassin hevur latið upp, sigur Jógvan Petersen, skipari á Fiskakletti. Beint undan halguni fóru vit út, men longu tá vit høvdu roynt í tríggjar dagar, var skipið fult, næstan bara av góðum toski, og vit noyddust inn við lastini. Tað sum er eitt sindur hugaligt er, at slagið var ógvuliga fjølbroytt, tað vil siga, at vit fingu bæði smáan og stóran fisk, og harafturat var sera nógv nebbasild at síggja, so nógv, sum vit ikki hava sæð í fleiri ár.

Annars hava vit fyri tað mesta roynt eftir havtasku í vetur, og eg má siga, at fiskiskapurin hevur verið í lagi tá tað hevur verið roynandi. Annars haldi eg ikki at eg havi upplivað so nógv rull og vánaligt veður, sum í vetur. Tað hevur snøgt sagt ikki verið roynandi stóran part av tí sum farið er av árinum.

Tað er ikki nógv roynd undir Føroyum fyri tíðina, sigur Jógvan Petersen, víðari. Tá talið av smáu trolbátunum var upp á tað mesta, mundu tað vera einir 15-16 trolbátar. Ídag eru bert 9 bátar, og av teimum hava bert 5 verið til fiskiskap í vetur og sum eg skilji so verður onkur klárur aftur skjótt, so vera vit seks trolbátar. Nakað tað sama er helst eisini galdandi fyri útróðrarbátarnar og til deils eisini línubátarnar.

Vit eru fýra mans við Fiskakletti, sigur Jógvan Petersen. Vit landa ídag og eg rokni við at tað fer at viga um 63.000 pund.