Ikki kann sigast annað enn at áhugin fyri fólkaatkvøðuni í Hvannasundi er stórur.
Tá vit ringdu í valhølið beint áðrenn kl. 18.30, varð sagt, at 210 borgarar av teim 321, sum hava valrætt, høvdu verið á vali.
Tá var hálvur annar tími til valhølið lat aftur, so roknast kann við sera stórari luttøku, og sigast má, at bygdarráðið í Hvannasundi og eisini Klaksvíkar Býráð, sum hevur verið stórur partur í málinum, fáa eina rættuliga greiða útsøgn, frá borgarunum í Hvannasundi, tá atkvøðan er av.




