Frá kl. 6 leygarmorgunin og til kl. 6 sunnumorgunin koyrdu 6.700 akfør ígjøgnum norðoyatunnilin og tað er fýra ferðir so nógv sum vanligar dagar.
Tað merktist rættuliga á ferðsluni í Klaksvík, tá ókeypis var at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin leygardagin.
Frá Norðoyatunnlinum frætta vit, at sera nógv ferðsla var ígjøgnum tunnilin leygardagin. Vanliga verður roknað við at eini 1600 til 1700 akfør dagliga brúka tunnilin, men nú tað var ókeypis, koyrdu heili 6.700 atfør ígjøgnum tunnilin og er hetta umleið fýra ferðir so nógv sum vanligt.
Í Klaksvík merktist hetta sera nógv. Tað var sumstaðni trupult at finna parkeringspláss og harafturat var sera trongligt í handlunum.
Men fólk vitjaðu ikki bara, teir handilsmenn, ið vit hava tosa við, lata sera væl at leygardegnum og tað sama siga handlar í Eysturoynni, sum vit eisini hava verið í samband við.
Spurningurin er so um ikki tíðin er komin at lækka tunnilsgjaldið soleiðis at vit fáa økt um dagligu ferðsluna.




