Eitt av tí, hesir stuðulsfjepparar fegnaðust almikið um, var at ein kurtalig kelda nú fór at geva enn meir av sær. Eitt av uppskotunum í stjórnartilboðnum var nevnliga, at Føroyar ikki sum higartil bert skuldu hava eitt umboð á fólkatingi, men tvey. Støðan var tá tann, at føroyingar høvdu valt Thorstein Petersen inn á fólkating, og hann var ikki mjúkur at strúka. Hann sýtti eitt nú fyri at geva tað hátíðarliga lyftið um at halda donsku stjórnarskránna, sum fólkatingsmenn skuldu geva, men hann slapp undan! Annars var danating tá í tveimum deildum, tí umframt fólkatingið var tá eitt landsting, og har hevði løgtingið valt ein sambandsmann, sum í Danmark var limur í tingbólki sosialdemokratanna. Báðir partar í føroyskum politikki vóru sostatt umboðaðir á danatingi, men hetta var ikki nóg mikið fyri ráðandi flokkarnar, tí nú skuldi eitt umboð afturat veljast inn har, og tað fór uttan iva annaðhvørt at umboða Sambandsflokkin ella Javnaðarflokkin.
Tá Javnaðarflokkurin fekk hesi boðini, og skilti at útlit var fyri, at hann fekk ein sess á danatingi, tók hann undir við tilboðnum frá stjórnini. Drúgt er tað ið drýpur, og hesar stuðulsupphæddir høvdu leingi ávirkað føroyskan politikk. Fyrstu ferð hetta kom upp á tal var tá stættartingini komu í eyga í átjanhundraðogtretivuárunum. Tá avgjørdi stjórn Danmarkar, at har skuldi sita eitt umboð fyri Føroyar.
Hetta umboð var valt av kongi, sum eisini betalti lønina.Hetta gjørdist ein frynsugóði til fyrrverandi kongligar embætismenn í Føroyum. Tá kom skjótt upp á tal, at føroyingar sjálvir skuldu velja hetta umboð. Reglan var tann, at tað valdømið, sum valdi umboðið, eisini skuldi gjalda lønarútreiðslurnar. Tá føroyingar hoyrdu, at teir skuldu gjalda fyri sítt valda umboð, øtaðust teir við og søgdu nei takk. Kongur hekk tí upp á at gjalda fyri føroyska umboðið, og tað vil siga at danir skuldu gjalda fyri tað. Illa bar til hjá hesum umboði at taka støðu til hvørt tað skuldi tæna danska statsvaldinum ella føroyska fólkinum.
Í 1851 valdu vit á fyrsta sinni umboð á danating. Hetta var ikki tí vit
høvdu biðið um tað, men nakað sum danir funnu uppá. Tað lá ikki so væl fyri
hjá teimum at krevja at vit skuldu gjalda fyri hesi óbidnu umboð, og tí helt
galdandi skipanin fram, so danir betaltu fyri okkara umboð. Her er tí greitt
talan um ein stuðul til nakrar ávísar føroyingar, og av tí at teir sita á
danatingi og ikki verða løntir av føroyska fólkinum, men av dønum, er vandi
fyri, at teir, um ivamál koma fyri, kunnu gerast í so danahallir.
Á fólkaatkvøðuni fyri 68 árum síðani sluppu føroyingar fyri einastu ferð at
taka støðu til um teir yvirhøvur vildu hava umboð á danatingi sum danir
guldu fyri. Hetta uppskot fall eins og alt annað, sum hevði við danskan
stuðul at gera.
Føroyingar hava tí ikki bert vrakað blokkstuðul, men eisini allan annan
stuðul úr Danmørk, herundir danskt løntar umboðsmenn á danatingi.
Men teir stjórnmálamenn, sum løgdu hesar spurningar fyri Føroya fólk og
fingu greitt svar, at hetta vildi føroyingar ikki hava, lurtaðu ikki eftir
boðunum og gjørdu beint tað øvuta av tí sum veljararnir vildu hava teir at
gera. Tí sita vit framvegis í somu suggu og hava danskan stuðul og danskt
lønt umboð á fólkatingi.
Tað er ikki hissini díki, vit av hesum skeivu avgerðunum eru komin útí.
Spurningurin er hvar vit skulu leggja á við vón um at fáa vilja fólksins
settan í verk.
Er ein gongd leið, at vit velja umboð á danating, sum sýta fyri at taka við
løn frá donsku skattgjaldarunum?