Køge Open var seinasta vikuskiftið og Norðlýsið var við
Svimjifelagið Ægir, Regi í Leirvík, Fuglafjarðar Svimjifelag, Flot á Toftum og ein svimjari úr Havnar Svimjifelag luttóku farna vikuskifti í donsku svimjikappingini Køge Open.
Ferðalagið taldi íalt 107 fólk, har av 68 vóru kappingarsvimjarar; tey flestu børn og unglingar.
Kappingin byrjaði fríggjadagin og endaði sunnukvøldið, og mánadagin legði ferðalagið ferðina heimaftur til Føroyar.
Norðlýsið var við á ferðini har vit tóku nakrar myndir og skrivaðu um ymiskar kappingar v.m.




