Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

7. D á Skúlatrøð vitjaði Norðlýsið

Jóhann Lützen

Tey hava lærugreinina Miðlar og vildu vita meira um lokala miðilin. Tey spurdu óført og fingu svar uppá tað mesta

Norðlýsið fær mangan vitjan av skúlaflokkum. Í gjár vitjaðu næmingar í 7. D í lærugreinini Miðlar. Áðrenn tey komu, høvdu tey fyrireika nakrar spurningar, sum vit síðani svaraðu. 

Hvussu fáa tit pengar? Hvat skriva tit um? Hví geva tit eitt blað út? Kann eg fáa arbeiði her? vórðu bert nakrir úr rúgvuni av spurningum, sum tey settu. 

At enda fingu vit eina mynd av skilagóðu ungdómunum. Hvør veit, kanska eitt komandi tíðindafólk á Norðlýsinum er millum tey á myndini. 

Harleywoodpaint