Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

7 D viðger trivnað

Orð og mynd: Dávur Winther

7. D á Skúlatrø hevur hesa vikuna havt til viðgerðar trivnað – tað at trívast, og endaði vikan ella viðgerðin av hesum evni við, at tey fóru runt í býnum at vitja støð í Klaksvík, sum eru við til at seta “Klaksvík á kortið”. Tað er Bergljót G. Johannesen, sum er flokslærari hjá 7. D.

7. D á Skúlatrø hevur hesa vikuna havt til viðgerðar trivnað – tað at trívast, og endaði vikan ella viðgerðin av hesum evni við, at tey fóru runt í býnum at vitja støð í Klaksvík, sum eru við til at seta “Klaksvík á kortið”. Tað er Bergljót G. Johannesen, sum er flokslærari hjá 7. D.

Trivnaðarskeið var týsdagin 5. og mikudagin 6. apríl saman við heilsufrøðingi og flokslærara. Týsdagurin var avsettur til genturnar, meðan dreingirnir møttu mikudagin.

Skúlin setur trivnað millum lærarar og næmingar høgt og hevur enntá gjørt eina trivnaðarætlan fyri skúlan, sum kann síggjast á heimasíðu skúlans. Har verður trivnaður og vinarlag sett høgt í metum.

Á myndini er 7. D, saman við flokkslæraranum við standmyndina av J. F. Kjølbro á Biskupstøð, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Standmyndin varð reist í 2002. Síðani gekk leiðin oman á Sandin at síggja hvat har fyri fert.

Á Sandinum er júst steinsett fyri endurbygging av húsunum hjá Nólsoyar Páll, sum verður bygt í næstum. Har er íbúðarbyggingin í gongd, sum skal hýsa 30 íbúðum komin væl ávegis. Í kjallaranum í hesum sama húsi, skal útbúnaðurin tí sjóhitaskipanina verða, og verður henda tikin í nýtslu seinni í ár.

Íbúðarbyggingin er ein spennandi verkætlan, sum gongur sína gongd og skal verða liðug á sumri 2017. Samlaði kostnaðurin er 90 mill, har íbúðarparturin liggur um 65 mill.

Eisini er samtykt at byggja Føroya Húsarhaldsskúla á Sandinum við 30 næmingabúðum, og hava bæði land og kommuna játtað sín stuðul til verkætlanina. Bygging av nýggjum húsarhaldsskúla í miðbýnum í Klaksvík er kostnaðarmett til 30 mió. kr. + mvg.

So ikki kann sigast annað, enn at tað hendir nógv í Klaksvík, sum eisini 7. D á Skúlatrøð er varugur við, og kemur at gagnýta enn meira einaferð í framtíðini – Hetta sum partur av trivnaði teirra.