Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

7. flokkur á Ziskatrøð vann kapping hjá SEV

John William Joensen

Kappast var millum 7. Flokkar úr øllum landinum í alisfrøði har evnið var nútíðar El-nýtslan á skúlunum og framtíðarskúlan í 2015

Kappingin var í tveimum pørtum har fyrri parturin var at lesa elmálaran av einferð um vikuna og skráseta nýtsluna, finna nakrar sparimøguleika á skúlanum og gera mátingar við El-orkumátara og gera útroknginar, loysa uppgávur og senda úrslitini inn til SEV hvørja viku.

Seinni parturin var tann kreativi parturin har flokkar skuldu gera eina framløgu.
Tað var upp til næmingarnar sjálvar at velja hvat fyri framløgu teir gjørdu – tað kundi verða í teksti og tølum, fjølmiðlaframløga, framsýning, sang ella sjónleikaraframløga.

Kappingin byrjaði mánadagin 7. januar, og var í 7 vikur og endaði mánadagin 25. februar.

32 skúlar meldaðu til kappingina og næmingarnir hava so arbeitt við ymisku spurningunum – har høvuðsevnið var hvussu vit brúka reinari orku.

Fimm teir bestu flokkarnir í landinum vóru so útvaldir til eina framløgu í Norðurlandahúsinum og her hevði 7. Flokkur á Ziskatrø gjørt ein film um m.a. brennistøðirnar har tey skotu upp at gjørd verður ein brennistøð og ikki tvær og eisini vístu tey á hvussu avlopshitin frá støðini kundi brúkast.

Eftir at fimm teir bestu flokkarnir høvdu víst framløgurnar fyri einum dómarapanelið vóru vinnararnir kunngjørdir og nummar eitt gjørdist so 7. Flokkur á Ziskatrøð í Klaksvík og nummar tvey gjørdist Kommunuskúlin í Havn.

Høvuðsvinningurin er ein vikuskiftisferð fyri flokkin til Íslands, har møguleiki verður at royna aðrar orkuformar, sum vit ikki hava í Føroyum. Tey fara at svimja í Blue Lagoon, har hitin í hyljunum kemur úr undirgrund íslands og at koyra í býbussum, sum brúka brint sum brennievni.
Onnur virðisløn er ein bowlingtúrur + pitsa fyri flokkin
Triðja virðisløn er ein biograftúrur + pitsa fyri flokkin
4. og 5. virðislønir eru hettublusur og vanligar t-blusur við SEV-logo á til allan flokkin.

Móttøka á Ziskatrøð
Í morgun var so ein serlig móttøka fyri vinnandi flokkinum á Ziskatrøð, har Signar á Brúnni skúlastjóri – væl hýrdur – takkaði næmingunum fyri arbeiði tey høvdu gjørt.
– Tað hevur ovurhondsstóran týdning fyri skúlan og allar Norðoyggjar, at næmingar vísa hvør dugur er í teimum og eg trýgvi eisini, at handan kappingin hevur verið við til at tendra ein neista í næmingunum, segði hann m.a.’
Dávur Winther, leiðari fyri Mentannardeildini hjá Klaksvíkar Kommunu røddi eisini og Borgarstjórin var ovurhondsfegin um heiðurin, sum varð vunnin til Klaksvíkar.

Borgarstjórin handaði eisini næmingunum ein kekk uppá 2.000 krónur frá Býráðnum.