Hesa vikuna eru elimentini sett upp til íbúðirnar, sum Bústaðir, saman við byggifyritøkuni VÁ bygging, letur byggja á Strondum, og í dag verða íbúðirnar reistar.
Hesa vikuna eru elimentini sett upp til íbúðirnar, sum Bústaðir, saman við byggifyritøkuni VÁ bygging, letur byggja á Strondum, og í dag verða íbúðirnar reistar.
Talan er um 7 rørsluvinarligar íbúðir, ið verða bygdar við síðuna av nýggja sambýlinum ”Sjóvarlon”, og ætlanin er, at møguleiki skal vera hjá eldri fólkum at búgva í onkrum av íbúðunum, og fáa tænastur úr Sjóvarlon.
Í skapi líkjast íbúðirnar teimum, sum Bústaðir hevur bygt í Leirvík.




