Metingar: 7. umfar í Effodeildini er á skránni hóskvøldið.Stóri dysturin verður – sum í gomlum døgum – í Klaksvík millum tey bæði fremstuliðini KÍ og HB.
Víkingur-07 Vestur 1
Víkingur fekk aftur bank í Gundadali, men hevur víst, atliðið reisist aftur hóast teir fáa ein frammaná. Dygdin kann blíva júst tann,at teir vera støðugir. Geza Turi hevur leikbann og tað verður spennandi atsíggja tann sera evnaríka Elias Rasmussen í málinum hendan dystin. 07Vesturspælir uttan leikbannaða Téhé Aristide og tað kann fara at merkjast. Hópurintolir neyvan stórt fráfall og á útivølli hesaferð fer liðið fyrst og fremst atverja 0-0 javnleikin eins og teir gjørdu móti HB. Í Sarpugerði hevur Víkingur fult stigatal íár, og hóast liðið áður hevur havt trupult at mynda dystir, so eru vit ikki íiva um, at Víkingur fer at vinna hendan dystin.
TB-ÍF 2
Spennandi uppgerð við Stórá, har TB í fjør vann sín fyrstasigur móti júst ÍF. TB, ið spælir uttan Ragnar Tausen og Poul Ingason, hevurfingið fatur á rætta endanum seinastu umførini og nú verður spennandi atsíggja, hvussu sterkir teir fara at vera á heimavølli í ár. 4 stig í tveimumteimum fyrstu heimadystunum benda á, at TB kann far at geva øllum liðum harðamótstøðu har suðuri í ár. Men teir møta einum ÍF liði, sum uttan iva fekksjálvsálit av at koma aftur frá 0-3 til 3-3 móti KÍ. Álopsparturin virkar vælog dentur blívur lagdur á at leypa á, tá tað koyrir hjá fuglfirðingum. ÍF hevurprofilarnir í álopinum til at avgera, um TB nú fer at spæla verjukent. ClaytonSoares vísti móti KÍ, at hann er klárur at byrja at skjóta mál aftur og kannblíva munurin her, hóast Høgni Madsen hevur leikbann (við 5 gulum kortum í 6 dystum!). Hetta verður uttan iva ein tættur og javnur dystur, har vithella meira til ÍF.
B36-AB 1
B36 kom aftur á rættkjøl við sterkum sigri í Sørvági ogkunnu nú fáa samband aftur við tey fremstu liðini. Á manningarsíðuni sær eisininógv betri út enn leingi. Liðið vísti móti TB, at teir kunnu fáa trupulleikarvið at skapa dystir á heimavølli. Men í mun til tá, so er Lukasz Cieslewicztøkur og meir enn nakar annar leikarin, ið kann avgera slíkar dystir. Hjá AB erspurningurin, um vánaligu úrslitini nú fara at seta seg sálarliga hjáleikarunum. Tí hóast fleiri góð avrik hjá skaða rakta hópinum, so er enn einkistig komið til høldar. Á útivølli síggi eg ikki fyri mær, at AB fer at fáa nógvstig í ár. Væntandi fær B36 bæði sigur og samband við oddaliðini her.
NSÍ-EB/Streymur 1
NSÍ fekk hepnan sigur á Argjum seinast og hava nú avgjørttveir dystir langt úti í yvirtíðini. Tað er gott tekin, hóast vit ikki sóu taðbesta frá teimum gulu á Argjum. NSÍ ynskir at spæla álopsfótbólt, har serligakantarnir Andy Olsen og Árni Frederiksberg eru við í nógvum. Hjá EB/Streymihómast kreppa og tað er við at vera seinasta útkall hjá føroyameistarunum atbyrja at vinna dystir, um teir skulu røkka topp 4 í ár. At Arnbjørn Hansen eruttanfyri við skaða kann eisini fáa álvarsligar avleiðingar. Á vánaligavøllinum við Løkin síggi vit fyri okkum, at gongdin seinastu tíðina hjá báðumliðunum heldur fram. Tað merkir, at NSÍ vinnur dystin.
KÍ-HB X
Í hesum umfarinum er eingin ivi um, hvørjum dysti eyguni eruvend ímóti. Tað er í Djúpumýru, har risarnir, mest vinnandi liðini og teyeinastu, ið ikki hava tapt í ár í føroysku Effodeildini møtast til reintoddabrak. Leikliga skal KÍ taka annað skinn um bak í mun til hesar báðarseinastu dystirnar móti B68 og ÍF, um liðið skal hava nakran møguleika í hesumdystinum. Tí serliga miðvøllurin skal til at virka í hesum dystinum, so liðiðikki kemur undir ov stórt trýst. Í miðverjuni kemur Sørmundur Kalsø, ið nú ertøkur aftur, væntandi inn fyri leikbannaða Jógvan Isaksen. HB kemur norður viðstórum sjálvsáliti eftir stórsigur móti Víkingi. HB hevur ikki tapt í Klaksvíksíðani 2005 og fer inn á vøllin sum ein lítil favorittur í mínum eygum. Tað erserliga sentrali miðvøllurin, ið kann gerast avgerandi, har HB við HeinaVatnsdal og Fróða Benjaminsen kann seta seg tungt á dystin, um KÍ miðvøllurinikki rakar dagin. HB fer uttan iva at leypa á og sleppur KÍ – sum á heimavøllieigur at kunna betra seg leikliga – eisini hondbremsuni sum móti EB/Streymi, sofáa vit ein undirhaldandi og málríkan dyst. Av teimum seinastu 4 dystunummillum liðini í Klaksvík eru tríggir endaðir við javnleiki og tað úrslitið eraftur sannlíkt hesaferð.




