Her eru metingarnar fyri komandi umfar í Effodeildini.
Topp 5 liðini í fjør møtast ikkihetta umfarið og tað ger, at fleiri greiðir favorittar eru. Menkappingin higartil hevur víst, at munurin enn ikki er so stórurmillum topp og botn og suðuroyingar koma at kappast millum teyfremstu í øllum førum nøkur umfør afturat.
Leygardagin verður 7. umfar íEffodeildini spælt. Trý av teimum fýra ovastu liðunum spæla áheimavølli og tey eru øll favorittar at vinna sínar dystir.
Víkingur-07 Vestur
Víkingur hevur fingið eina góðabyrjan í landskappingini og tykist vera eitt lið, sum fer at fáaeitt gott kappingarár. 07 Vestur hevur eisini fingið eina góðkendabyrjan, men nú koma nógvir útidystir og henda komandi tíðin kannblíva tung hjá uppflytarunum, sum vanliga hava tað trupult áútivølli. Í ár eru stigini tó fleiri á útivølli. Uppflytararhava tað ofta m.a. trupult í deyðbóltsstøðum og hesar eruVíkingar serliga góðir til. Tað kann vera ein máti at avgeradystin uppá, men Víkingur er undir øllum umstøðum greiðurfavorittur, tí liðið ongantíð missir stig á heimavølli íslíkum dystum. Tipping: 1 (3-0)
EB/Streymur-B36
EB/Streymur vísti í Klaksvík, atliðið kann geva teimum bestu harða mótstøðu eins og liðiðgjørdi móti NSÍ og HB. Lykilin til góð úrslit er, at liðiðikki kemur afturum. Hinvegin sóu vit móti Víkingi, at liðiðhevur lágt botnstøði. B36 fekk í fyrsta sigur seinast og talanvar um sannførandi avrik í fyrra hálvleiki. Hesaferð er B36 afturfavorittur, hóast liðið spælir a útivølli og manglar fleirilyklaleikarar. B36 fer at hava bóltin størsta partin av tíðini ogfær liðið leiðsluna, so endar tað við útisigri og kanskatryggum, um fyrsta málið kemur í fyrra hálvleiki. Tipping: 2(0-2)
NSÍ-Skála
NSÍ er komið fyri seg og líkist núeinum liði, sum fer at koma langt í ár. Tað staðfesti liðiðvið sigri í Trongisvági samstundis sum liðið fekk stig mótiB36, KÍ og HB frammanundan. Skála hevur fingið sítt fyrsta mál,og tað tekur kanska nakað av trýstinum og hjálpir mentalt hjáliðnum. Í fjør gjørdi NSÍ slætt borð móti grannunum hóastonkur av dystinum var spennandi til endans. NSÍ er eisini favoritturher, men Skála er væl skipað so leingi sum støðan er 0-0 ogliðið kann liggja langt afturi. Tí er helst alt avgerandi, hvussuleingi 0-0 støðan heldur sær. Tipping: 1 (1-0)
HB-TB/FC Suðuroy/Royn
Á pappírinum er hetta helst mestáhugaverdi dysturin hetta umfarið. Hetta eru tvey lið, sum ein ennleitar eftir at fáa neyvari vitan um, hvat fyri støði tey eru á.TB/FC Suðuroy/Royn er sterkt heimalið, men er liðið ført fyri atfáa úrslit á útivølli eisini? Meðan HB hevur mentala styrki tilat koma aftur, hóast liðið er aftanfyri. Tað tykist tó manglanakað í, tá liðið skal til at vinna dystir. Í Gundadali er HBfavorittur, hóast TB/FC Suðuroy/Royn heilt vist er frammanfyri ástigatalvuni eftir dystin. Men tað er munandi meira spennandi atfylgja hesum dystinum enn tað sá út á pappírinum undankappingarbyrjan. Suðuroyingar eru sterkir uppá deyðbóltsstøðurog tað kann gera, at liðið ikki fer av vøllinum uttan mál. HjáHB eru tað Sebatstian Pingel og Aleksandar Stankov, sum eru við ímálunum, sum liðið skorar fyri tíðina. Tipping: 1 (2-1)
KÍ-ÍF
Í fjør sóu vit, at ÍF á rættadegnum kann vísa høgt støðið í Klaksvík. Tá smurdu teir KÍav. Í 2015 fekk ÍF málleysan javnleik á Norðoyastevnu íKlaksvík, so fuglfirðingar hava fleiri ferðir argað í Klaksvík.Í ár eru avrikini hjá ÍF eisini óstøðug. KÍ hevur havttrupult við at skora á heimavølli móti Skála og EB/Streymi, menmóti EB/Streymi kann liðið fegnast um, at tað ikki var nakartrupulleiki at skapa mál møguleikar. KÍ spældi til tíðir vælhendan dystin. Hesaferð er stóri spurningurin, hvussu KÍ liðiðfer at megna at spæla uttan fasta miðverjuparið, sum hevurleikbann. Vit skulu eisini síggja, um Albert Adu nú hevur funniðseg til rættis á liðnum ella um sannførandi avrikið mótiEB/Streymi bara var eitt eindømi. KÍ er favorittur á heimavøllihóast úrslitið í fjør móti ÍF og leikbannini í miðverjunilata upp fyri møguleikanum, at ÍF fær okkurt við sær úrKlaksvík. Tipping: 1 (3-1)




