Komandi vikuskiftið er 7. umfar í Effodeildini á skránni.
Komandi vikuskiftið er 7. umfar í Effodeildini á skránni.
Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, metir niðanfyri um dystirnar í 7. umfarinum. – Eg síggi ikki hetta komandi umfarið sum tað mest spennandi hetta kappingarárið. Burtursæð frá Víkingi, so hava hini topp fýra liðini at síggja til ”lættari” uppgávur og vit fáa helst fleiri greiðar sigrar. So síggja vit sunnukvøldið, um eg fari skeivur í tí. Í Trongisvági fáa vit kanska spenning og í steypakappingini sóu vit, at EB/Streymur kann vinna á KÍ, sigur hann.
NSÍ-AB
NSÍ vann á HB seinast og tá bleiv staðfest, at hetta NSÍ liðið skal takast í álvara í oddastríðnum, tí nú vinnur liðið eisini á teimum góðu liðunum. Kappingarskráin er lagalig móti NSÍ fyrsta triðingin og tað er langt síðani, at eg skrivaði, at NSÍ væl kundi hugsast at fara at liggja ovast ella har áleið, tá 7-9 umfør vóru leikt, so heilt óvæntað er tað ikki, at NSÍ liggur ovast í løtuni. AB er eitt av liðunum, sum ongan sigur hevur fingið enn hetta kappingarárið. Men burtursæð frá aftasta liðnum, so hava teir ikki tapt móti nøkrum øðrum liði. Hagtølini millum hesi liðini tala greitt fyri NSÍ, har NSÍ í fjør í trimum dystum samanlagt vann 13-1 á AB. NSÍ hevur fult stigatal á heimavølli og eg dugi ikki at síggja fyri mær, at tann gongdin steðgar her. Tipping: 1 (4-1)
FC Suðuroy-HB
Nú hevur FC Suðuroy fingið sín fyrsta sigur og spurningurin er, hvørja ávirkan tað fær á liðið. Tað verður fyri tað mesta í Vági, at liðið skal samla sær stigini, men spurningurin er, um liðið ger nakað við toppliðini, sum eg meti HB vera, hóast HB ”bara” liggur nummar 4. HB hevur vunnið ein av trimum útidystum í ár, og er 6 stig aftanfyri oddaliðið NSÍ, sum mest sannlíkt eisini vinnur í 7. umfarinum. Tað er eitt krav til HB at vinna her og eg síggi fyri mær, at útiliðið vinnur ein tryggan sigur, tí kvalitet munurin á hesum báðum liðunum er stórur. Tipping: 2 (0-3)
TB-Víkingur
Kanska mest áhugaverdi dysturin hetta umfarið. TB er steðgað eitt sindur upp, meðan Víkingur er farið at vinna sínar dystir. TB hevur havt truplar dystir seinastu tíðina og móti B36 seinast var 0-0 til 71. minutt. Hesin dysturin fer at vísa, um TB er í einum aldudali ella ikki og hvussu stór styrkin á heimavølli er. Víkingur er favorittur, men tað kann blíva ein javnur dystur, tí eg havi eina kenslu av, at TB er uppsett, nú liðið spælir á heimavølli eftir nøkur keðilig úrslit. Men tá tað er sagt, so tippi eg at Víkingur vinnur sín 3. sigur á rað í Effodeildini. Tipping: 2 (1-2)
ÍF-B36
Tað var ikki nógv, sum ÍF vísti móti KÍ síðsta sunnudag, men tó eydnaðist liðnum at fáa ein sigur. Álopsspælið koyrdi illa og í verjuni vóru stórir trupulleikar og onkur stór persónlig mistøk, sum mótstøðuliðið ikki dugdi at gagnnýta. Móti endanum fingu Adeshina Lawal og Karl Løkin reyð kort og tað gav teimum í B36 helst eitt smíl uppá. Tí uttan teir báðar, so síggi eg ikki fyri mær, at ÍF ger nakað við B36, hóast ein dystur millum hesi bæði liðini í Fuglafirði sum útgangsstøðið átti at verið ein tættur dystur. B36 hevur viðgongd og stendur seg vanliga væl á útivølli. Eftir at hava sæð ÍF seinast og við forminum hjá B36 í huga, so er spurningurin hjá mær mest um, hvussu nógv B36 vinnur, tí fortreytirnar gera B36 til sjáldsama stóran favoritt í Fuglafirði. Tipping: 2 (0-3)
KÍ-EB/Streymur
Tað er synd at siga, at KÍ hevur fingið góða úrtøku í ár. Í landskappingini hevur talan verið um tættar dystir, har leikgongdin gott kundi gjørt, at KÍ fekk stig móti HB, B36 og ÍF. Í Fuglafirði seinast sá ein, at KÍ gjørdi nógv rætt. Liðið gav nærum ongan mál møguleika burtur fram til dystarenda, tá liðið sendi meira fólk fram fyri at fáa mál. Og í álopsspartinum kom liðið til nógvar stórar møguleikar. Tí kendist tað helst undarligt hjá klaksvíkingum, at KÍ stóð eftir við ongum. EB/Streymur hevur higartil í ár víst, at hóast stóra útskifting, so er liðið ment at geva øllum harða mótstøðu, og á rætta degnum kann liðið eisini vinna á teimum flestu. Í steypakappingini vann EB/Streymur uppiborið á KÍ, og tá sóu vit eitt lið, sum stríddist meir enn KÍ. KÍ breyt í fjør siðvenjuna við ikki at vinna á EB/Streymi í Klaksvík og tí kann væntast, at vit koma at síggja eitt betri KÍ avrik hesaferð, enn vit sóu við Margáir. Men skal heimaliðið vinna, so er neyðugt hjá Kenan Hajdarevic og Páll A. Klettskað at blíva skarpari enn teir vóru í Fuglafirði, har tað í mun til fyrr í ár eydnaðist væl at fáa teir báðar spældar til stórar mál møguleikar. Tipping: 1 (3-1)




