Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

70-80 laksar komnir upp úr Leynarvatni

Oliver Joensen

Hóast vit ikki eru í nánd av bestu laksaárum við Leynarvatn, so sigur Andrias Jacobsen í Leynum, at tað eru nógv fleiri laksar komnir niðan í vatnið í ár enn tað eru komnir nógvu tey seinastu árini.

 Hóast vit ikki eru í nánd av bestu laksaárum við Leynarvatn, so sigur Andrias Jacobsen í Leynum, at tað eru nógv fleiri laksar komnir niðan í vatnið í ár enn tað eru komnir nógvu tey seinastu árini.

Nógv virksemi hevur eisini verið kring vatnið. Í gjár taldi eg einar 20 mans sum stóðu við tráðu. Summir við flugu, aðrir við pilki og agni. Men í gjár haldi eg at flugan fiskaði best, tá komu einir 8 laksar upp, teir flestu á flugu.

Fiskarnir liggja um eini 3 til 4 kilo og tað er helst eitt árs fiskur. Tað er eitt sindur hugaligari enn í fjørð, tá bert nakrir heilt stórir laksar sóust á vatninum.

Tá eg spyrji Dia, sum Andrias Jacobsen vanliga kallast, um støðuna í Saksun,so sigur hann frá einum vinmanni, at har eru heilt fáir komnir upp enn. Hóast nógv var sett út har eisini, so er lítið komið aftur. Tað kann hava samband við, at menn kanska hava sett út uppi í áunum og tí nógv er farið í avstøðu sum fuglaføði áðrenn tað er komið á sjógv.

Til ber at fylgja teljingini, sum laksateljarin í Leynarvatni ger. Her á síðuni hevur tú beinleiðis atgongd niður í laksateljaran við Leynarávatn. Trýst á mindina av laksateljaranum ovast í vinstru síðu  á Norðlýsinum her og tú ert online í Leynará. Um teljarin ikki er virkin eina løtu, so er orsøkin at teir á tekniska skúla í Tórshavn eru inni í skipanini og gera eitthvørt.