Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

70 føroysk ítróttarfólk á Orkney

Johnny í Grótinum

Eftir setanarhald og skrúðgongu tóku tey áleið 70 ítróttarfólkini úr Føroyum felagsmynd við havnalagið í Kirkwall

 

Anna prinsessa av Stórabretlandi, systir Charles kong, setti Oyggjaleikirnar til eitt væl vitjað setanarhald á Orknoyggjum seint seinnapartin.

Eftir setanina gingu tey áleið 2.000 ítróttarfólkini úr 24 oyggjasamfeløgum skrúðgongu gjøgnum Kirkwall, størsta býin á Orknoyggjum.

Komin oman á havnalagið savnaðist føroyski leikarahópurin saman við venjarum til eina felagsmynd.

Myndina eigur Jógvan Niclasen, sum sjálvur luttekur innan bogaskjóting á Oyggjaleikunum.