Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

75 ár síðani sluppirnar “Immanuel” og “Laura” úr Vági gingu burtur

Hannefía Joensen

Í apríl mánaði 1932 gingu tær báðar sluppirnar, “Immanuel og “Laura”, burtur við mann og mús á heimleið úr Íslandi. 38 mans lótu lív.

“Immanuel” og “Laura” vóru á veg til Føroya frá fiskiskapi við Ísland. Roknað verður við, at tær gingu burtur náttina millum 8. og 9 apríl. Onnur skip høvdu verið í samband við tær fáar dagar áðrenn, m.a. hevði skipið “Expedite” samband við “Immanuel” um morgunin 8. apríl. Veðrið var óvanliga ringt har á leiðini um tað mundi, og einki spurdist aftur um tær báðar sluppirnar.
Hetta var sjálvandi ein ómetaliga stórur sorgartilburður. Tilsamans vóru 38 mans við báðum sluppunum, 19 við hvørjari. Summar bygdir vóru serliga hart raktar. Ein tann, ið harðast varð rakt, var Søldarfjørður. Við “Immanuel” vóru 10 av teimum 19 monnunum úr Søldarfirði. Tað var ein ófatiliga stórur smeitur fyri bygdina. Í 1932 vóru bert 33 hús í Søldarfirði, og øll húsini vórðu á onkran hátt rakt av hesin tilburði.

Teir, ið fórust við
“Immanuel”, vóru:


Úr Søldarfirði:
Sámal Jacobsen, skipari, 29 ár. Eftir hann sat einkja og tveir synir.
Per Jacobsen, bestimaður, 37 ár. Eftir hann sat einkja og 6 børn.
Jørgen Jacobsen, 19 ár, ógiftur.
Georg Lund Olsen, 30 ár. Eftir hann sat einkja og ein dóttir.
Sámal Rasussen, 39 ár. Eftir hann sat einkja við 8 børnum.
Sámal Petur Solmunde, 25 ár. Eftir hann sat einkja við trimum børnum.
Sofus Solmunde, 28 ár. Eftir hann sat einkja við trimum døtrum.
Anthon Solmunde, 21 ár, ógiftur.
Hans Andreas Hammer, 19 ár, ógiftur.
Tummas Magnussen, 28 ár, ógiftur.

Av Skipanesi:

Sofus Jacobsen, 20 ár, ógiftur

Av Lambareiði:

Joen karl Joensen, 47 ár. Eftir hann sat einkja við 5 døtrum.
Jørgen Joensen, 19 ár, ógiftur. Hann var sonur Jóan Karl.

Frá Innan Glyvur
:
Didrik Djurhuus, 28 ár. Eftir hann sat einkja og ein sonur.
Poul Johannes Djurhuus, 16 ár, ógiftur.

Úr Syðrugøtu:

Óli Poulsen, 23 ár. Eftir hann sat einkja við trimum børnum.

Úr Norðragøtu:

Óli Müller, 23 ár, ógiftur.
Hans J. Havstreym, 28 ár, ógiftur.

Úr Vági:

Jens Mohr Joensen, 35 ár, ógiftur.

Av manningini á “Lauru” vóru 9 úr Vági, 2 úr Porkeri, 1 úr Hvalba, 2 úr Sumba, 2 úr Sørvági og 3 úr Streymnesi.

Nógvir skaðatilburðir
Í tríatiárunum vóru eisini fleiri aðrir skaðatilburðir á sjónum. Absalon Absalonsen skrivar m.a. soleiðis í bók síni, “Jóan Petur hjá Mouritsi”:
“Dimmalætting skrivar, at 21. mai 1932 varð skipað fyri minningarhaldi í sjónleikarhúsinum í Havn.
Minningarhald varð hildið fyri tríggjar skipsmanningar. Umframt “Lauru” og “Immanuel” var eisini minningarhald fyri manningina av “Doru”, sum gekk burtur í 1931. Við henni fóru 17 menn:
1 úr Hvalvík, 2 av Eiði, 1 úr Vestmanna, 2 av Válinum, 4 úr Haldórsvík, 1 av Slættanesi, 2 úr Streymnesi, 1 úr Leynum, 1 úr Kvívík, 1 úr Kollafirði og 1 av Oyri.
Nøvnini á øllum hesum 56 monnunum, ið fóru við hesum trimum skipunum, eru nevnd í Dimmalætting 24. mai 1932.
7. mars í 1934 fór “Nólsoyggin”, við henni doyðu 19 menn: 10 úr Hósvík, 2 úr Kollafirði, 3 av Eiði, 1 úr Sandavági, 1 av Hvítanesi, 1 av Velbastað og 1 av Oyrarbakka.
Somu nátt fór “Neptun”. Við henni vóru millum aðrar 8 mykinesmenn. Íalt druknaðu 43 føroyingar ta náttina á Suðurlandinum.
Í 1930 fór “Ernestina” á á land, og har doyðu 9 menn. Í 1938 gekk skonnartin “Fossanes” burtur, við henni fóru 19 menn.
Umframt hesar nevndu vóru eisini nógvar aðrar vanlukkur á Suðurlandinum, sum kravdu mannalív.
Ikki kann sigast annað enn, at føroyingar rindaðu høgan prís fyri suðurlandsfiskiskapin.”