Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

75 ára Minningarløta

Jóhann Lützen

Í góðveðrinum í dag varð minngarlløta hildin í kirkjuni og við hin ”stóra krossin” i kirkjugarðinu.

 

 

Hesin krossur er reistur til minnist um tey, ið fórust á sjógvi og landi.

Í dag var talan um eina 75 ára minngarhald.

21. september í 1949 hendi ein sorgarleikur skampt fra Kuummiut í Eysturgrønlandi

Maskinbáturin, ”M/b MIKI” var fyri tí vanlagnu at vera ov nær einum ísfjalli. Ísfjallið ”kálvaði” og báturin hálvdist.

10 persónar druknaðu –  5 kvinnur og 5 børn.

Eftir Gudstænastuna varð farið á kirkjugarðin, har kirkjukórið sang tveir sangir,kataketurin (deknurin) hevði eina bøn og las navnið á teim 10, ið lótu lív hendan feigdardag í 1949.

Síðan var kransur hongdur upp á tann stóra krossin – og tøgn í eina løtu.

Ein grípandi løta, frættist úr Kuummiut.

Harleywoodpaint