Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

75% av peninginum hjá Phoenix eru burtur

Oliver Joensen

Hetta skrivar Børsens Nyhedstjeneste millum annað: Ikki minni enn 75% af peninginum í svindlaða týska íløgufelagnum Phoenix eru burtur.

Og Børsens Nyhedstjeneste heldur áfram: Fyribils kanningar vísa at Phoenix í Frankfurt hevur havt drúgv súgvurør í peninginum hjá íleggjarum og grafarnir hjá felagnum um óvanliga virðistilgongd hevur verið tað reina svindil.
Kurator Frank Schmidt, Frankfurt, kan ídag gera upp samlaðu íløgurnar í Phoenix til uml. 950 mio. euro (7 mia. kr og av hesum verður mett at tær 700 mió. euro (5,3 mia. kr.) eru burtur. Sagt verður eisini at felagið Phoenix hevur í fleiri ár fingið sera vánalig skoðsmál í týska fíggjarheiminum.
Kurator kann ikki enn siga hvar peningurin er vorðin av, t.d. um peningurin er fluttur til aðrar konti, men neyvan er bert talan um tap av íløgum. Íløgukeldur í Frankfurt hava lagt til merkist at viðskiftafólkini hava goldið óvanliga høg gjøld fyri at handla og at helvtin av innskotinum oftað er horvið í handilsútreiðslum. og øðrum útreiðslum.
Roknað verður eisini við, at svikið neyvan kann vera farið fram bert ígjøgnum ein persón og tí verður hildið at leiðslan sjálv eisini hevur havt ein fingur við í spælinum.