Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

775 sjófólk hava enn ikki endurnýggjað sjóvinnubrævið

Helgi Abrahamsen

Tað ræður um at fáa endurnýggja sjóvinnubrævið skjótast gjørligt, tí annars er vandi fyri, at tú ikki sleppur at mynstra eftir 1. januar.

Sjóvinnustýrið minnir nú á, at freistin at søkja um at fáa sjóvinnubrævið endurnýggjað gongur skjótt út, og enn hava 775 sjófólk ikki fingið hetta gjørt.

Sjóvinnustýrið hevur í miðlunum heitt á sjófólk um at senda umsókn áðrenn 1. september fyri at tryggja, at sjóvinnubrøvini kunnu verða endurnýggjað áðrenn tey gomlu ganga út. So nógvar umsóknir liggja í løtuni niðurfyri, at viðgerðartíðin er 10 vikur. Tí ræður um at senda umsókn skjótast gjørligt, um sjófólk vilja tryggja sær at kunna mynstra eftir 1. januar.

Navigatørar við handilsskipum og øll maskinfólk eru fevnd av nýggju krøvunum.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum, fma.fo