Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

7D Biografur á Norðoyastevnu

Helgi Abrahamsen

Millum mongu spennandi tilboðini á Norðoyastevnu 2016 er møguleikin at royna ein 7D biograf. Tað boðar Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð frá.

Biografurin verður í einum vogni við 6 sitiplássum. Har verður vístur 3D filmur, men umframt 3D myndir sleppa hyggjararnir eisini at merkja vind, kava, regn og ljóð. Stólarnir flyta seg og ristast saman við hendingunum í filminum.

Millum filmarnir ið vístir verða, eru koyrifilmar, rúmdarfilmar, dinosaurar og mangt annað, sigur Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð.