KÍ hevur skorað óvanliga nógv mál í ár.
Vit skulu aftur til 2011 fyri at finna eitt lið, sum hevur skorað eins nógv ella fleiri mál enn KÍ í ár eftir átta umførum. Tá skoraði NSÍ 25 mál fyri fyrstu átta dystirnar. KÍ hevur skorað 23 mál í ár. Tað eru 43 ár síðani, at KÍ hevur skorað fleiri ella eins nógv mál eftir átta umførum. Í 1976 skoraði KÍ sambært FaroeSoccer 27 mál eftir átta umførum.


